City er uttan stjørnuáleyparan

Champions League: Manchester City verður uttan stjørnuáleyparan til dystin móti Lyon

Í kvøld verður seinasta fjórðingsfinalan í Champions League endaspælinum, sum verður spælt í Portugal. Dysturin er millum Manchester City og Lyon.

Manchester City verður uttan Segio Aguero til dystin í kvøld. Argentinski áleyparin fekk ein knæskaða fyrr í summar og hevur verið undir skurð. Hann var upprunaliga ikki meldaður skaddur til endaspælið, men Pep Guardiola, venjari, vil ikki taka nakrar kjansir.

- Hann er ikki heilt reiðar enn, so hann er í Barcelona, har hann er til uppvenjing, sigur Pep Guardiola, sum ikki hevur vunnið Champions League, síðani hann var venjari hjá FC Barcelona.

Lyon hevur fleiri spælarar, sum eru ivasamir til dystin í kvøld. Talan er um Jason Denayer, Maxwel Cornet, Kenny Tete og Houssem Aouar. Venjarin hjá Lyon, Rudi Garcia, heldur fyri at samlaði sigurin á Juventus hevur givið hansara monnum trúgv upp á ein sigur í kvøld.

Onnur hálvfinalan verður millum RB Leipzig og Paris Saint-Germain, meðan vinnarin av uppgerðini í kvøld møtir Bayern Munchen í hinari hálvfinaluni.

Manchester City – Lyon (20.00)

Møgulig uppstilling hjá Manchester City: Ederson; Walker, Fernandinho, Laporte, Cancelo; De Bruyne, Rodri, D. Silva; B. Silva, Jesus, Sterling

Møgulig uppstilling hjá Lyon: Lopes; Denayer, Marcelo, Marçal; Dubois, Caqueret, Guimarães, Aouar, Cornet; Depay, Dembélé

Champions League fjórðingsfinalur: 

FC Barcelona – Bayern Munchen 2-8 (1-4)

0-1  Thomas Muller, 4

1-1  David Alaba, 7 sjálvm

1-2  Ivan Perisic, 22

1-3  Serge Gnabry, 28

1-4  Thomas Muller, 31

2-4 Luis Suarez, 57

2-5 Joshua Kimmich, 63

2-6 Robert Lewandowski, 82

2-7 Philippe Coutinho, 85

2-8 Philippe Coutinho, 89

Atalanta – PSG 1-2 (1-0)

1-0 Mario Pasalic, 27

1-1 Marquinhos, 90

1-2 Eric Maxim Choupo-Moting, 90+2

RB Leipzig - Atletico Madrid 2-1 (0-0)

1-0  David Olmo, 50

2-1  Joao Felix, 71 br

2-1 Tyler Adams, 88

Manchester City – Lyon

Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)

Manchester City/Lyon - Bayern Munich

RB Leipzig – Paris Saint-Germain