City hevur kært dømingina móti Liverpool

Pep Guardiola var í øðini eftir tapið móti Liverpool og hevur kært dømingina í dystinum

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix)

Sunnudagin vann Liverpool ein hendingaríkan og dramatiskan 3-1 sigur á Manchester City í oddabrakinum í Premier League. Hevur hevur verið nakað av eftirspæli av dystinum, sum til tíðir var rokaligur.

Millum annað bleiv Raheem Sterling avsttur til landsdystin hjá Onglandi móti Montenegro, sum bleiv spældur í kvøld, tí hann legði á Joe Gomez úr Liverpool. Hetta gjørdi hann dagin eftir dystin á Anfield, tá teir møttust í matstovuni á venjingarstøðini hjá Onglandi.

##med2## 

Tað var eisini stór ónøgd við dømingina í dystinum. Serliga Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, vísti sína ónøgd í leypi av dystinum. Hann var í luftini, tá bóturin á øðrum sinni fór í hondina á einum spælara hjá Liverpool í brotsteiginum. Eftir dystin gjørdi hann eisini nógv burturúr at taka í hondina hjá dómaranum, og takka fyri hjartaliga fyri dystin.

Nú hevur Manchester City eisini kært dømingina í dystinum til dómarafelagið. Pep Guardiola vil vita hví liðið ikki fekk tvey brotsspørk í dystinum. Í báðum førum var talan um at bólturin fór í hondina á spælara hjá Liverpool, men við hjálp av VAR metti dómaratoymi ikki at talan var um brotsspark.

 City í mótvindi

Manchester City er annars í mótvindi á øðrum økjum. Bernando Silva hevur fingið leikbann í ein dyst, fyri eina ópassandi samanbering á sosialu miðlunum. Hon var til ein liðfelag og meint í skemti, men varð mett at verða ópassandi.

##med3##

Hartil er Manchester City undir illgruna, fyri at hava brotið UEFA Financial Fair Play (FFP) reglugerðina. Tað hevur verið upp á tal, at felagið skal útilokast ac Champions League í eitt ár, men nú ljóðar at talan verður um eina bót. Umframt at FFP verður strikað, tí tað er so torført at hava eftirlit við. 

Mynd: (Scanpix)

Mynd: (Scanpix) Bernardo Silva hevur fingið leikbann í ein dyst