City setti United upp á pláss

Liga Cup: Tað verður Manchester City, sum skal spæla móti Tottenham í finaluni

Manchester City vann í kvøld 2-0 á Manchester United í hálvfinaluni í Liga Cup. Manchester City skal møta Tottenham í finaluni.

Tað var annars ikki tann stóri munurin á liðunum í spæli. Bæði liðini høvdu eina góða málroynd innanfyri fyrsta korterið. Bruno Fernandes fyri Manchester United, og Kevin De Bruyne fyri Manchester City.

Gestirnir úr Manchester City komu á odda, tá eitt frísparksinnlegg slapp at sigla allan vegin innfyri til John Stones, ið heldur ótarnaður kundi prika bóltin í málið. Sjey minuttir fyri tíð avgjørdi Fernandinho dystin, tá hann sendi ein retur í málið við skoti uttanfyri brotsteigin.

Pep Guardiola og Manchester City skulu í finaluni spæla móti José Mourinho og Tottenham. Finalan verður 25. apríl.