City vann í Madrid: Mistøk og reytt kort til Ramos

Champions League: Manchester City vendi øllum í Madrid, har Sergio Ramos fekk reytt kort

Manchester City hevur fyri fyrstu ferð í søguni vunnið á Real Madrid í einum dysti, har heimaliðið týsti á sjálvsoyðandi-knappin seinastu løtuna. Cristiano Ronaldo og Juventus taptu 1-0 í Fraklandi móti Lyon. 

Real Madrid – Manchester City 1-2

Manchester City hevur góð kort á hondini undan seinnu 1/8 finaluni í Champions League móti Real Madrid, eftir at hava vunnið 2-1 á Santiago Bernabeu í Madrid í kvøld. Eitt sindur óvæntað byrjaðu bæði Sergio Aguero og Raheem Sterling á bonkinum.

Real Madrid koma odda aftaná ein tíma, tá verjan hjá gestunum í fleiri førum ikki megnaði at rudda bóltin vekk. Tað endaði við at spanski bóltsnillingurin, Isco, sum í summar vísti sínar eginleikar við spanska landsliðnum á Tórsvølli, skoraði. 

Manchester City mátti longu í fyrra hálvleiki skifta týðandi miðverjan, Aymeric Laporte, út við skaða. Tá so vinstri bakkurin, Benjamin Mendy, fekk gult kort, sum merkir leikbann í returdsytinum, lá bólturin líka sum hjá 13-faldu vinnarunum úr Spania.

 ##med2##

Alt vendi tó á høvdið seinasta korterið. Fyrst javnaði Gabriel Jesus eftir innlegg, har Thibaut Courtois skuldi havt bjargað. Síðani gjørdi Daniel Carvajal eitt av teimum heilt býttu brotsspørkunum, sum Kevin De Bruyne umsetti til mál.

Seinastu løtuna var um reppið, at tað bleiv 3-1, men Sergio Ramos feldi Gabriel Jesus. Tað kostaði eitt reytt kort og leibann til returdystin. Real Madrid týsti á sjálvsoyðandi-knappin og Manchester City tók av í kappingini, sum teir eru útihýstir úr komandi tvey árini. 

Lyon – Juventus 1-0

Juventus er favorittur at koma víðari frá hesi uppgerðini, men spenningurin heldur sær, eftir at Lyon vann 1-0 á heimavølli í fyrra dystinum. Hóast Cristiano Ronaldo og hansara liðfelagir høvdu bóltin mest, so var Lucas Tousart, sum gjørdi einsamallur málskjútti, tá hann legði Lyon á odda eftir ein hálvan tíma.

##med3##

Champions League 1/8 finalur:

Real Madrid – Manchester City 1-2 (0-0)

1-0  Isco, 60

1-1  Gabriel Jesus, 78

1-2  Kevin De Bruyne, 83 br

Reytt kort: Sergio Ramos (Real Madrid), 86

Lyon – Juventus 1-0 (1-0)

1-0 Lucas Tousart, 31