Clayton hevur skorað 245 mál

1.DEILD: Við trivaligum heimasigri hildu sandoyingar á middegi tørn um møguleikan at flyta upp í bestu deildina

Spurningurin um uppflyting verður sagdur at vera kapping millum B68 og 07 Vestur, sum eru á ávikavíst triðja og fjórða plássi við ávikavíst 34 og 33 stigum.

Tað verður ikki so nógv roknað við B71, sum tíðliga í dag vann trivaligan 4-0 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 2-0.

Sigurin ber við sær, at B71 nú hevur 32 stig og tískil bara er eitt stig aftanfyri 07 Vestur og tvey stig aftanfyri B68.

Tó eigur at vera havt í huga, at B71 hevur spælt 22 dystir, 07 Vestur hevur spælt 20 dystir, og B68 hevur spælt 21 dystir.

Seint í fyrra hálvleiki skoraði Tijani Mohammed tvey mál fyri B71. B36 misti ein mann fimm minuttir undan steðginum, og so varð mótbrekkan eyka tung. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Clayton Soares um munin til 3-0, og eitt korter undan leikloki staðfesti Valdemar Schousboe trivaliga heimasigurin.

Clayton Soares skoraði í dag mál nummar 125 í næstbestu deildini. Í bestu deildini hevur hann sambært faroesoccer.com skorað 94 mál, í kappingini um løgmanssteypið hevur hann skorað 24 mál og tvey í uppflytingardystum. Samlaða máltalið hjá 41 ára gamla Clayton, sum fyrstu ferð kom til Føroya í 2002, er 245.

Tað er neyvan komið fyri áður, at allir spælararnir hjá liði í næstbestu deildini, eru føddir eftir túsundára skiftið. Soleiðis var tað hjá B36 ídag.

Leygardagin skal B36 spæla á Argjum, og B71 skal til Klaksvíkar.