Copa Amerika: meistarirnir vóru eirindaleysir

Chile kom væl frá byrjan, í atsøgnini um at vinna Copa Amerika fyri triðju fer á ræð

Alexis Sanches skorar fyri Chile mynd: thenational

Alexis Sanches skorar fyri Chile mynd: thenational

Í nátt spældi Chile sín fyrsta dyst í Copa Amerika. Copa Amerika kann samanberast við EM, men fer fram í Suðuramerika. Chile vunni kappingina seinast hon var, í 2016 og  í 2015. í nátt vísti teir at teir ikki fara at geva meistaraskarvin yvir uttan dyst.

Teir vunni í nátt 4-0 ímóti Japan. Chile stýrdi dystinum frá fyrsta brúksli, og teir fingu eisini hol á stutt áðrenn stegðin. Í seinna hálvleiki var tað chilenska álopsparið Eduardo Vargas og Alexis Sanches, ið lýstu bjartast. Eduardo Vargas skjeyt tvey mál, og Alexis Sanches skoraði eitt.

Fyrsta umfarið er nú spælt í Copa Amerika, og Chile liggja á einum javnum fyrsta plássi við Uruguay í bólki C. Støðan í hinum bólkunum kann síggjast HER.

Chilenska liðið, ið vann Copa Amerika í 2016 og í 2015, er nærum óbroytt. stamman á liðinum er enn hin sama, og leikarirnir kenna hvønn annan. Eduardo Vargas og Alexis Sanches eru enn við har frammi, og tað vóru eisini teir báðir, ið stóðu fyri tí mesta í 2016 og í 2015.

Spennandi verður at síggja um hetta liðið hevur eitt meistarahál eftir í sær, og um tað eydnast Chile at vinna Copa Amerika fyri triðju fer á ræð, og triðju fer í søgu landsins.

Í kvøld er ein dystur á skránni, hann er ímillum Bolivia og Peru, og verður brúkslaður í gongd klokkan 22:30.

Alexis Sanches skorar fyri Chile mynd: thenational