Copa Amerika: Tvífaldi meistarin tapti

Tveir dystir vóru í nátt í Copa Amerika, millum annað var bólkafinalan í bólki C spæld í nátt

Mynd av áleyparinum, ið tryggjaði Uruguay fyrsta plássið í bólki C

Mynd av áleyparinum, ið tryggjaði Uruguay fyrsta plássið í bólki C

Tveir dystir vóru í nátt, og báðir vóru í bólki C. Bólkafinalan var ímillum Uruguay og Chile og hin dysturin, var ímillum Ecuador og Japan. Fyrri dysturin endaði við at meistarirnir úr Chile taptu ímóti Uruguay.

Uruguay var áveg til eitt annaðpláss í bólki C, tí Chile hevði fult stigatal og kundi noyðast við javnleiki. Ein javnur og taktiskur dystur, stóð eisini 0-0, tá ið bert tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Uruguay legði eisini nógv fyri at fáa málið í skuldi senda Uruguay á fyrsta plássið í bólki C. Eftir eitt gott innlegg, tók sterki áleyparin hjá Uruguay Edisson Cavani ábyrgd, og stútaði bóltin hegnisliga í netið. Hetta gjørdist fyrsta og einasta málið í dystinum. 

Hin dysturin var ímillum Ecuador og Japan, tann dysturin endaði við javnleiki 1-1, bæði málini komu í fyrra hálvleiki.

Nú nærkast endaspælinum í Copa Amerika, og bólkarnir eru endaligir. Úrslitini av bólkunum, og nær kvartfinalurnar verða spældar, kann alt síggjast HER

Mynd av áleyparinum, ið tryggjaði Uruguay fyrsta plássið í bólki C