Corona: UEFA og Premier League útseta sínar kappingar

Tað verður hvørki Champions League ella Premier League komandi vikurnar

Evropesiska fótbóltssambandið, UEFA, hevur boðað frá at dystrinir í Champions League og Europa League eru útsettir fyribils, og fyri løtu síðan boðaði Premier League og enska Fótbóltssambandið eisini frá at teirra dystir eru útsettir. Hartil eru dystirnir í fronsku landskappingini eisini útsettir.

UEFA útsetur sínar kappingar

Allir dystir í Champions League og Europa League í komandi viku eru útsettir í kjalarvørrinum av útbreiðsluni av coronavirus í Evropa. Tað skrivar UEFA í tíðindaskrivi.

– Sæð í ljósinum av gongdini og útbreiðsluni av Covid-19 í Evropa og avgerðum tiknar av ymsum stjórnum eru allir dystir í kappingunum í næstu viku útsettir, skrivar UEFA.

Avgerðin merkir, at Europa League-dysturin millum FC København og Basaksehir í Parkini endaliga er útsettur, so sum FCK hevði væntað. UEFA hevði longu gjørt av, at seinnu 1/8 finalurnar í Champions league millum Juventus og Lyon, eins og millum Manchester City og Real Madrid ikki skuldu avgreiðast sum ætlað. Orsøkin er, at allir spælararnir hjá Juventus og Real Madrid eru í karantenu. Lutakastið í næstu viku um fjórðingsfinalurnar er somuleiðis útsett.

Premier League útsett

Meðan tað hevur verið lagt nógv fyri at steðga coronasmittuni í Italia, Fraklandi og Spania, so hevur Premier League hildi áfram sum ætlað. Tað var so til í gjár, tá Mikel Arteta, venjarin hjá Arsenal, fekk staðfest COVID-19.

Í dag hevur enski spælarin hjá Chelsea, Callum Hudson-Odoi, eisini fingið staðfest COVID-19. Leicester hevur tríggjar spælarar, sum vísa sjúkatekin, meðan spælararnir hjá Arsenal hava verið í persónligum sambandi við grikska eigarin av Olympiacos og Nottingham Forest. Hann hevur fingið staðfest coronasmittuna.

Tí hevur Premier League í morgun boðað frá, at ongir dystir verða fyrr enn í fyrsta lagi 3. apríl. Enska Fótbóltssambandið hevur eisini avlýst allar dystir í lægri deildunum.