Corona-uppdateringar frá ÍSF, FBF, HSF og FSF (FM1)

(FM1) Hoyr Elina H. Joensen, ÍSF forseta, Magnus Tausen, formann í FBF, Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF og Christian Andreasen, FSF forseta greiða frá

Føroyskur ítróttur hevur ikki annað val enn at leggja stilt nakrar vikur, staðfestir Elin H. Joensen, ÍSF-forseti saman við øðrum føroyskum ítróttarleiðarum (Mynd: isf.fo)

Føroyskur ítróttur hevur ikki annað val enn at leggja stilt nakrar vikur, staðfestir Elin H. Joensen, ÍSF-forseti saman við øðrum føroyskum ítróttarleiðarum (Mynd: isf.fo)

##med2##

Føroyski ítróttarheimurin liggur eisini lamin orsaka av Corona.

Seinnapartin ringdi reportarin hjá FM1, Tróndur Arge til ÍSF-forsetan, Elina Heðinsdóttir Joensen, formannin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, forkvinnuna í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen og Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum.

Ítróttarligu leiðararnir staðfesta, at føroyskur ítróttur hevur einki annað val enn at leggja stilt í nakrar vikur. Men tað verður trýst á tíðarætlanina hjá øllum ítróttargreinunum, og tað verður ikki útilokað, at kappingar verða styttar og pragmatiskar og provosoriskar loysnir verða gjørdar í flogbóltinum og í hondbóltinum komandi vikurnar.

Ein stytt kapping í Betrideildini við 18 umførum er ikki komin á borðið hjá leiðsluni í FSF enn, men Christian Andreasen útilokar ikki, at um alt liggur stilt líka til endan av apríl mánað, so verða tey í FSF noydd til at umhugsa at stytta kappingina í Betrideildini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar við Elina H. Joensen, Magnus Tausen, Gunn Ellefsen og Christian Andreasen. 

Føroyskur ítróttur hevur ikki annað val enn at leggja stilt nakrar vikur, staðfestir Elin H. Joensen, ÍSF-forseti saman við øðrum føroyskum ítróttarleiðarum (Mynd: isf.fo)

(Samrøður: Elin H. Joensen, Magnus Tausen, Gunn Ellefsen og Christian Andreasen)