Coronavirusið steðgar Formula 1 í Kina

Grand Prix kappingini í Kina er avlýst vegna coronavirusið

Altjóða miðlar skriva í dag, at Formula 1 Grand Prix kappingini í Kina er avlýst. Hon skal upprunaliga vera 19 apríl í Shanghai, men verður nú av ongum.

Shanghai liggur bara 800 kilometrar frá Wuhan, har coronavirusið breyt út í farna mánaði. Í gjár doyði persónur nummar túsund av coronavirusið.

Tað er ikki bara Formula 1, sum er ávirkað av støðuni. Landskappingin í fótbólti er fyribils útsett, World Indoor Athletics meistaraheitið er avlýst og fleiri undankappingar hjá Kina til OL eru somuleiðis útsettar ella avlýstar.