Coutinho til Bayern Munchen

Er hetta ein liður í spælinum at fáa Neymar til FC Barcelona?

Mynd: (Bayern Munchen) Hasan Salihamidzic, ítróttarstjóri í Bayern Munchen, og Philippe Coutinho, sum verður nummar 10 hetta kappingarárið

Mynd: (Bayern Munchen) Hasan Salihamidzic, ítróttarstjóri í Bayern Munchen, og Philippe Coutinho, sum verður nummar 10 hetta kappingarárið

Bayern Munchen hevur leigað Philippe Coutinho frá FC Barcelona í eitt ár. Tað hevur Bayern Munchen kunngjørt í dag.

FC Barcelona keypti Philippe Coutinho fyri hálvum øðrum ári síðani frá Liverpool. Hann hevur ongantíð funnið seg til rættis í felagnum og avrikini hava verið misjøvn. Hann hevur verið settur í samband við Manchester United, PSG, men endaði nú í Bayern Munchen.

Stóri spurningurin er nú, um hetta er ein liður í putslispælinum hjá FC Barcelona at fáa Neymar aftur til felagið. Hann situr í løtuni uttanfyri hjá PSG við skaða. Venjarin hjá PSG, Thomas Tuchel, segði um vikuskiftið at hann roknar við Neymar í París, men tað er ongin ivi um, at FC Barcelona arbeiðir við at fáa heimsins dýrasta spælara aftur til felagið.

##med2## 

- Tað verður tosað nógv um Neymar í hesum døgum, men eg kann einki siga um tað í løtuni. Tað, sum hendir, hendir. Enn kann nógv henda í hesum flytingarvindeyganum, sigur Guillermo Amor, sum er partur av ítróttarleiðsluni hjá FC Barcelona.

FC Barcelona tapti fríggjakvøldið 1-0 móti Athletic Bilbao. Avrikið var væl undir miðal og liðið hevði lítið at bjóða upp á uttan Lionel Messi.

Mynd: (Bayern Munchen) Hasan Salihamidzic, ítróttarstjóri í Bayern Munchen, og Philippe Coutinho, sum verður nummar 10 hetta kappingarárið