Dánjal og Tróndur royndarvant í Norra (FM1)

21-málsskjúttin frá U18-steypafinaluni, Dánjal Ragnarsson hitaði upp við at rondarvenja í Stord saman við Tróndi Mikkelsen

Dánjal Ragnarsson fær handað steypið eftir sigurin í Faxe Kondi-finaluni. "EIn super máti at enda vikuna" sigur leikarin við FM1

Dánjal Ragnarsson fær handað steypið eftir sigurin í Faxe Kondi-finaluni. "EIn super máti at enda vikuna" sigur leikarin við FM1

##med3##

Teir báðir neistabakkarnir, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen hava fingið eitt satt gjøgnumbrot í føroyskum manshondbólti hetta árið, har teir hava gingið undan í málskjótingini hjá Neistanum.

Við  81 og og 72 málum liggja Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen á ávikavist triðja og sjeynda plássið á toppskjúttalistanum í Okkaradeildini, og tað hevur vakt ans uttanlands.

Í vikuni vóru teir í Stord í Norra og royndarvandu við felagnum, sum spælir í norsku aðru deild. FM1 hitti eisini stórskjúttan fyri viku síðani, og umrøddu hetta (trýst).

Dánjal Ragnarsson letur í samrøðu við FM1, væl at venjingini, men tað eru tey 21 málini hann høgdi inn í dreingir 18-finaluni í Faxe Kondi-kappingini í kvøld, sum fylti mest í huganum tá ið vit fingu orðið á hann í kvøld.

Trýst undir myndina ovast, og hoyr Dánjal Ragnarsson seta orð á dreymin um at spæla uttanlands - møguliga saman við Tróndi Mikkelsen

##med2##

Sí eisini: Shoot-out: 21 Dánjal-mál bastu H71 og teimum 18 Elias-málunum (myndir)

Dánjal Ragnarsson fær handað steypið eftir sigurin í Faxe Kondi-finaluni. "EIn super máti at enda vikuna" sigur leikarin við FM1

Tróndur Mikkelsen (við troyggju nummar 10) stuðlaði Dánjali frá áskoðaraplássunum, og var skjótur inn at klemma Dánjal Ragnarsson eftir U18-finaluna