Dánjal Ragnarsson til íslendskan hondbólt

Dánjal Ragnarsson skiftir úr Neistanum til ÍBV úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi

Dánjal Ragnarsson skiftir úr Neistanum til ÍBV úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi. Bakkurin hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið, hevur KVF.fo fingið upplýst frá álítandi keldum í Sortudíki.

Neistaspælarin fer til Íslands í summar og skal spæla við nýggja felagnum komandi kappingarár.  Dánjal Ragnarsson var eitt skifti í danska felagnum Skanderborg fyri stuttum, har hann spældi við U19-liðnum, men hevur spælt við Neistanum stóran part av hesum kappingarárinum.

Fleiri føroyingar hava roynt seg í íslendskum hondbólti, og í løtuni eru Allan Norðberg, Áki Egilsnes og Nicholas Satchwell spæla við KA, meðan Vilhelm Poulsen og Rógvi Dal-Christiansen spæla við Fram.