Danmark-Føroyar beinleiðis á FM1 sunnudagin

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum í Ålborg, ið byrjar klokkan 17 sunnudagin. Sendingin á FM1 byrjar klokkan 16.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Danmark og Føroyar í Gigantium høllini í Ålborg

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Danmark og Føroyar í Gigantium høllini í Ålborg

Klokkan 17 sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undankappingardystin móti Danmark í Gigantium høllini í Ålborg. Danmark er risafavorittur til at vinna á Føroyum, men føroyska liðið hevur veruliga orsøk til at stríðast fyri at røkka einum sokallaðum "heiðurligum tapi".

Føroyar kappast nevnliga við Belgia, Slovakia, Finnland og Estland um at gerast millum fimm teir frægastu fýrararnar í teimum átta EM-undanbólkunum, so sleppast kann undan at kappast í undanundankapping til komandi EM-undankapping. Sjúrður H. Hoydal, hondbóltsfrásøgumaður hjá FM1 metir, at vit kunnu enntá sigla uttanum skerini um vit gerast nummar fimm av teimum átta fýrarunum.

Støðan millum teir átta fýrararnar í teimum átta EM-undanbólkunum er í løtuni hendan:

 

Grikkaland5 dystir113122:1413 stig
Kosovo5 dystir113101:1443 stig
Litava5 dystir104114:1542 stig
Belgia5 dystir014125:1581 stig
FØROYAR5 dystir014107:1401 stig
Slovakia (EM-vertur í 2022)5 dystir005109:1250 stig
Finnland5 dystir005116:1450 stig
Estland5 dystir005114:1530 stig

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Danmark og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Byrjað verður við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Undir frásøgnini fer manningin á FM1 at kunna um hvussu tað gongur hjá Belgia, Finnlandi og Estlandi í teirra dystum. Eftir er bert at vóna, at tað gongur okkara veg í morgin. 

Samrøður koma út á in.fo aftaná dysturin er liðugur.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Danmark og Føroyar í Gigantium høllini í Ålborg