Danmark má fáa hjálp at sleppa víðari í EM

Dysturin millum Danmark og Ungarn endaði við javnleiki 24-24, og tí kann Danmark ikki sjálvt gera av lagnu sína í EM endaspælinum.

Nýggi maðurin í endaspælinum, Magnus Bramming, gjørdi rættiliga vart við seg á vinstra veingi við fleiri flottum málum (Mynd Ritzau/Scanpix)

Nýggi maðurin í endaspælinum, Magnus Bramming, gjørdi rættiliga vart við seg á vinstra veingi við fleiri flottum málum (Mynd Ritzau/Scanpix)

Danmark hongur nú í klønum tráð í EM endaspælinum í hondbólti, eftir at liðið í kvøld spældi javnt 24-24 ímóti Ungarn.

Harvið kann Danmark ikki sjálvt gera av lagnu sína, um teir sleppa víðari í millumspælið.

Til tess krevst, at Ungarn tapur ímóti Íslandi, meðan Danmark skal vinna við meira enn tveimum málum á Russlandi.

Danirnir høvdu knívin á barkanum áðrenn dystin í Malmö Arena í kvøld. Ísland vann í dag á Russlandi, og harvið mátti Danmark fáa stig ímóti Ungarn.

Tað sást á øllum brøgdum, at fjáltur var í spælinum, sum tamarhald skuldi fáast á.

Fjálturin var eyðsýndur hjá fleiri av donsku leikarunum, sum brendu nógvar stórar møguleikar, gjørdu skeivar avleveringar og tyktust ørkymlaðir og beinleiðis falnir í fátt.

Greiðir toppleikarar sum Mikkel Hansen og Rasmus Lauge fingu als ikki spælið at rigga, og samstundis høvdu ungarar fleiri góð avrik og frálík kontramál, sum fingu nógvu donsku áskoðararnar at tiga.

Bara nakrar góðar bjargingar hjá Niklas Landin í danska málinum hildu Danmark inni í dystinum í fyrra hálvleiki, har Ungarn eitt skifti var á odda 10-6.

Danmark kom fyri seg aftur, og var heilt uppi á 11-11.

Men tvey skjót ungarsk mál – annað halvt sekund fyri hálvleiksbríkslið – merktu, at Nikolaj Jakobsen, landsliðsvenjari, mátti taka eitt ordiligt snakk við spælararnar í umklæðingarrúminum í hálvleikinum aftanfyri 11-13.

Tað tyktist tó ikki at hava hjálpt nakað. Nógvu feilirnir hildu fram, og donsku HM-stjørnurnar frá januar í fjør vóru ikki at kenna aftur.

Aftur var tað Landin í málinum, sum syrgdi fyri, at danir ikki fóru alt ov langt afturum, og í hinum endanum gjørdi nýggi maðurin í endaspælinum, Magnus Bramming, rættiliga vart við seg við fleiri flottum skoringum av vinstra veingi.

Føroyski Jóhan á Plógv Hansen fekk heldur ikki spælitíð í dagsins dysti, tí Hans Lindberg spældi allan dystin.

Tað skuldu ganga 56 minuttir av dystinum, áðrenn tað eydnaðist Danmark at koma á odda á fyrsta sinni, og so kókaði rættiliga í Malmö Arena.

Men danir megnaðu ikki at halda skansan, tá teir annars høvdu møguleikan fyri at koma fram um við tveimum málum.

Í staðin skoraði Ungarn, og tað endaði við einum stigi í part.

 

/ritzau/

Nýggi maðurin í endaspælinum, Magnus Bramming, gjørdi rættiliga vart við seg á vinstra veingi við fleiri flottum málum (Mynd Ritzau/Scanpix)