Danmark, Noreg og Spania eru favorittar til at vinna HM

Altjóða veddingarfyritøkur hava gott eyga á tveimum norðurlondum tá um odds til HM í manshondbólti ræður

HM-endaspælið í manshondbólti verður í Egyptalandi hesaferð, og verður hesaferð avgreitt millum 13. og 31. januar

HM-endaspælið í manshondbólti verður í Egyptalandi hesaferð, og verður hesaferð avgreitt millum 13. og 31. januar

Mikudagin klokkan 17 verður setanardysturin í HM-endaspælinum í manshondbólti, tá vertstjóðin, Egyptaland tekur ímóti Chile á heimavølli í Kairo, tó uttan áskoðarar.

HM-endaspælið verður avgreitt millum 13. og 31. januar. 32 lið skulu kappast í HM-endaspælinum hesaferð.

Hóast teir á heimavølli eru egyptar als ikki favorittar til at vinna HM-endaspælið.

Altjóða veddingarfyritøkur lata millum 19 og 26 í oddsum, at Egyptaland vinnur HM-endaspælið.

Favorittarnir hjá veddingarfyritøkunum eru Danmark, Noreg og Spania.

Oddsini uppá, at Danmark vinnur HM-gull liggja millum 3,75 og 4,00.

Oddsini uppá, at Noreg vinnur HM-gull liggja millum 4,25 og 5.00.

Gjøgnumsnitsoddsini uppá, at Spania vinnur HM-gull er 5,00.

Oddsini uppá, at Svøríki vinnur HM-gull liggja millum 31 og 41.

Veddingafyritøkurnar trúgva sera lítið uppá, at Ísland vinnur HM-gull. Oddsini uppá Ísland liggja millum 81 og 101.

 

 

HM-endaspælið í manshondbólti verður í Egyptalandi hesaferð, og verður hesaferð avgreitt millum 13. og 31. januar