Danmark og Suðurkorea spældu spennandi javnleik

Suðurkorea fekk bóltin í málið í seinastu sekundunum, men dømt var fyri yvirtrakki

Danmark og Suðurkorea stríddust í spennandi dyst, sum endaði við javnleiki (Ritzau/Scanpix)

Danmark og Suðurkorea stríddust í spennandi dyst, sum endaði við javnleiki (Ritzau/Scanpix)

Danmark og Suðurkorea kundu taka eitt stórt fet ímóti høvuðsumfarinum, eftir at Frakland enn einaferð hevði mist stig við javnleiki ímóti Brasil.

Og tað gjørdist eisini ein sera spennandi dystur ímillum Danmark og Suðurkorea.

Suðurkorea var á odda við trimum málum í steðginum, men Danmark kom aftur í aftur

Liðini fylgdust í seinna hálvleiki, men ímóti endanum fekk Danmark skapt ein mun upp á tvey mál og stevndi ímóti sigrinum.

Men tær suðurkoreisku, sum tóku øll á bóli í gjár, góvust ikki.

Seinastu tveir minuttirnar skoraðu tær tvær ferðir á rað, og tað var um reppið at tað gjørdist tríggjar ferðir.

Tá endaði skjótt spæl yviri á høgra bakki, og bólturin endaði í danska málinum. Men til stóran lætta fyri danir dømdu dómararnir yvirtrakk, og so endaði dysturin 26-26.

Koreiska stjørnan á høgra bakki, Ryu Eun Hee, skoraði níggju mál í dag. Fyri Danmark vóru málini javnt býtt og Mie Højlund gjørdist toppskjútti við fýra málum

Danmark og Suðurkorea stríddust í spennandi dyst, sum endaði við javnleiki (Ritzau/Scanpix)