Danskir miðlar: Pínligt avrik av danska landsliðinum

Danska landsliðið spældi seg í gjár víðari til EM við einum trilvandi 33-30 sigri ímóti Ukraina

Mynd: darko bandic/AP

Mynd: darko bandic/AP

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum eru sum vænt víðari til EM við 33-30 sigri á útivølli ímóti Ukraina. Men danskir miðlar vóru alt annað enn nøgdir við avrikið hjá heimsmeistarunum.

Ítróttarviðmerkjari á ekstrablaðnum Jan Jenssen sigur soleiðis aftaná dystin

-Verjan sigldi sum ein flokkur av fullum sjóðmonnum, og Landin tímdi ikki at møta nøkrum bóltum við hondunum. Í hálvleikinum fekk Nicolaj Jacobsen tó bremsa Ukraina og skifti til eina 5-1 verju, hetta hjálpti danska liðinum, og Jannick Green kom inn og hevði tær bjargingar ið skuldi til.

Ítróttarviðmerkjarin Jan Jenssen gav síðani spælarunum talmet, tað kann síggjast HER

Kelda: ekstrabladet

Mynd: darko bandic/AP