Danskt mál um avtalað spæl verður slept

Løgreglan í Danmark ger ikki meira við eitt mál um eitt gult kort, sum nógvir pengar vóru settir á

Løgreglan í norðujýllandi ger ikki meira við eitt mál um avtalað spæl, har nógvir pengar vórðu settir á at Jores Okore skuldi fáa gult kort. Eitt gult kort, sum hann fekk í yvirtíðini.

Talan er um ein dyst millum Aab og OB, har nógvir pengar blivu settir á at verjuspælarin skuldi fáa eitt gult kort. Tað blivu settir nógvir pengar á, at tað skuldi henda og hetta hevur vakt ans, men nú verður ikki gjørt meiri við málið.

Føroyska fótbóltssambandið hevur seinastu tíðina arbeitt nógv við at upplýsa um vandan av avtalaðum spæli.