Danskur bloggari: Jóan Símun og Gilli til AGF

Danska Superliganfelagið, AGF, vil hava Jóan Símun Edmundsson og Gilla Rólantsson

Danska Superliganfelagið, AGF, vil hava Jóan Símun Edmundsson og Gilla Rólantsson. Tað skrivar Søren Sorgenfri, ið hevur ein blogg á heimasíðuni hjá veddingarfyritøkuni Nordicbet.

Hann skrivar, at AGF og venjarin, David Nielsen, hava eitt gott eyga á Gilla Rólantsson, hvørs sáttmáli við Brann Bergen gongur út í summar. Tí kann hann skifta ókeypis. Søren Sorgenfri skrivar, at tað eisini er ein fyrimunur, at ein føroyskur landsliðsspælari eisini útloysir landsliðspengar.

Tað er eitt skifti, sum tykist meira sannlíkt, enn at Jóan Símun Edmundsson skiftir til AGF. Toftamaður er júst fluttur upp í týsku Bundesliguna við Arminia Bielefeld. Hann hevur í samrøðu við FM1 sagt, at signalini frá leiðsluni er at teir flestu spælararnir halda fram eftir uppflytingina, og at venjarin hevur víst honum stórt álit.

Tað kemur tí eitt sindur óvart á, at Jóan Símun Edmundsson skal hava nakran áhuga at skifta tilveruna í Bundesliguni við mótstøðuliðum sum Bayern Munchen og Borussia Dortmund, við donsku Superliguna, har mótstøðuliðið telja feløg sum Silkeborg og Randers FC.

##med2##

Spurningurin er so, um Søren Sorgenfri veit okkurt frá leiðsluni í Arminia Bielefeld, ella um hann bara veit at AGF vil hava Jóan Símun Edmundsson. Tað seinna er nú ikki so løgið. AGF er í løtuni á triðja plássi í Superliguni, sum gevur atgongd til Europa League.