Danskur nevaleikari vitjar Yndi í morgin (FM1)

(FM1) Danski nevaleikarin, Thomas Damgaard hevur liðtímar í boksifitness í Yndi í morgin. Hoyr samrøðu við Thomas Damgaard

 

 

Danski nevaleikarin, Thomas Damgaard vitjaði FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Danski nevaleikarin, Thomas Damgaard vitjaði FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Danski nevaleikari, Thomas Damgaard vitjar í Yndi. Thomas kemur at hava liðtímar í boksifitness í morgin klokkan 10, klokkan 12 og klokkan 14.

Sum nevaleikari gjørdist hann fleiri ferðir danmarksmeistari og norðurlendskur meistari, sum amatøríðkari. 

Millum 1998 og 2007 var Thomas Damgaard professionellur nevaleikari.

Thomas hevur verið persónligur venjari í nevaleiki fyri m.o. Caroline Wozniacki, venjari í nevaleiki fyri Offiserskúlan hjá danska herinum og Flogvápninum, og hann hevur samstarvað við Poul Duvill í nøkur ár.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thomas Damgaard á FM1 fyrr í dag. 

Danski nevaleikarin, Thomas Damgaard vitjaði FM1 seinnapartin í dag (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Samrøða: Thomas Damgaard)