Darius var dagsins maður

1. DEILD: Væl mannað KÍ lið fór úr Gundadali við øllum eftir at hava vunnið ímóti HB

Í gjárkvøldið vann besta KÍ liðið 2-0 á útivølli ímóti Skála. Í dag vann næstbesta KÍ liðið á útivølli. Tað var í Gundadali ímóti HB.

Úrslitið var 4-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

Stóri málskjúttin hjá klaksvíkingum í dag var 18 ára gamli Darius Lewis, sum stríðist fyri at vinna pláss á besta liðnum. Hann skoraði trý mál. Eftir eitt lítið korter til 1-0, nítjan minuttir undan leikloki til 3-0 og tíggju minuttir undan leikloki til 4-1. Aksel B. Danielsen skoraði eitt mál fyri KÍ – tríggjar minuttir eftir steðgin til 2-0.

HB málið skoraði Jón Krosslá Poulsen við brotssparki til 3-1, tá ið tað restaði eitt stórt korter.

Á KÍ liðnum vóru fleiri, sum ofta eru á listanum hjá besta liðnuim. Eitt nú Meinhardt P. Joensen, Steinbjørn Olsen, Jonn Johannesen og Darius Lewis. Á HB liðnum var Jógvan Skeel Nolsøe tann einasti millum teir fyrstu ellivu, sum hevur verið á besta liðnum. Pætur J. Petersen varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.

KÍ er á fjórða plássi við 23 stigum – tvey aftanfyri 07 Vestur sum er á bronsuplássinum – fyri tólv dystir.

HB er næstaftast við átta stigum fyri trettan dystir.