Dart: Altjóða kappingar á føroyskari jørð

- Tað er sera týdningarmikið, at vit øll dartáhugað í Føroyum lyfta kappingina í felag, siga furireikarnir

Føroyar eru á fyrsta sinni vertir fyri altjóða dartkapping, tá Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open verða í komandi mánaði. Málið er nú at fáa nógvar luttakarar, so kappingin verður styrkismett í World Darts Federation.

Tað hevur leingi verið málið hjá Dartsamband Føroya at fáa altjóða viðurkenning í World Darts Federation. Tað hevur nú eydnast og næsta stigi er skipa fyri altjóða kappingum í Føroyum.

- Tað er sera týdningarmikið, at vit øll dartáhugað í Føroyum lyfta kappingina í felag. Hetta hevur bæði týdning fyri kappingina í ár, men sanniliga eisini komandi árini. Tað er nevniliga soleiðis, at komandi ár verður kappingin styrkismett eftir, hvussu luttakaratalið er í ár, siga fyrireikarnir av Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open.

Kappingarnar Tórshavn Darts Open og Faroe Islands Darts Open verða 14. og 15. mars í Glasi.