Dart: Altjóða kappingarnar í Føroyum eru útsettar

Coronasmittan ger at Dartsambandið ikki rakar bulls eye vikuskiftið 13. til 15. mars

Tórshavn Open og Faroe Islands Open, sum skuldu verða í døgunum 13. til 15. mars verða útsettar orsakað av coronavirus smittuvandanum. Tað boða Dartsamband Føroya og Havnar Dartfelag frá.

- Henda avgerð er tikin í samsvar við § 8.03 í kappingarreglugerðini hjá World Darts Federation (WDF). Eftir ráðum frá Landslæknanum og sambært vegleiðing frá Ítróttarsambandi Føroya verða Tórshavn Open og Faroe Islands Open ikki spældar sum ætlað, verður skrivað í tíðindaskrivi.

Eftir ætlan skuldi hetta verða fyrsta altjóðagóðkenda dartkappingin í Føroyum. Hon skuldi verða á Glasi.

- Glasir hevur tikið loyvið til at hava kappingina í teirra hølum aftur, orsakað av smittuvandanum av, at luttakarar koma úr so nógvum londum. Hesa avgerð hevur Glasir tikið í samráð við Landslæknan.

Leita ikki eftir øðrum møguleikaum longur

Í Dartsambandinum og Havnar Dartfelag hava tey leitað eftir øðrum møguleikum, men við herdum tilmælum og broyttum støðum í londunum kring okkum, so verður ikki arbeitt víðari við tí møguleikanum.

- Meðan vit síðsta samdøgrið hava leitað eftir øðrum møguligum hølum, eru tilmæli frá myndugleikunum herd, samstundis sum vegleiðing frá ÍSF ger, at vit ikki eru før fyri at halda hesar altjóða kappingarnar undir nøktandi umstøðum. Vit hava eisini fingið ábendingar um, at tá ferðavegleiðingar allatíðina broytast, kunnu útlendsku leikararnir koma í ta støðu, at teir ikki sleppa av landinum eftir lokna kapping, skrivar Dartsambandið.

Dartsamband Føroya and Havnar Dartfelag samskifta í løtuni við WDF um nýggja dagfesting fyri kappingarnar.

 

-       Vit eru sjálvandi keddir av, at hesi boðini um útseting koma út so seint, men vit rokna eisini við, at tit skilja umstøðurnar, sum henda avgerð er tikin undir, nú myndugleikar broyta tilmæli og vegleiðingar frá degi til dags, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

Dartsambandið og Havnar Dartfelag siga at luttakarar, sum hava spurningr kunnu seta seg í samband við tey.