Dart: Petur knúgvaði Remy

Petur Thomsen er føroyameistari eftir 11 sett í FM-finaluni móti Remy G. Hansen

Mynd: (Petur Thomsen/Facebook)

Mynd: (Petur Thomsen/Facebook)

Petur Thomsen er føroyameistari í dart, eftir at hann vann 6-5 í finaluni á favorittinum Remy G. Hansen. Tað stóð nógv á í finaluni, tí eitt skifti var Remy G. Hansen á odda 5-1 í settum og skuldi bara vinna eitt afturat.

Hartil hevði hann møguleikan at lukka í 11. og avgerandi settinum, men rakti akkurát ikki. Liðfelagin úr Kongshavnar dartfelagi, Petur Thomsen, tók av og lukkaði.

- Vit trena saman hvønn dag og kenna hvønn annan væl, men tá vit eru á pallinum, so gongur tað út upp á at vinna. Og vit elska báðir at vinna, sigur Petur Thomsen við Kringvarpið.

Sí innslag frá Kringvarpinum við at trýsta HER

Hjá kvinnunum bleiv Birthe Sikivat úr Argja Dartfelag føroyameistari í dart fyri fyrstu ferð. Hans Eivind Olsen og Heri Kallsoy vunnu tvímansleikin hjá monnum.

Mynd: (Petur Thomsen/Facebook)