Dart: Útblakari og rugbyspælari er heimsmeistari

Gerwyn Price er nýggjur PDC heimsmeistari í dart. Tað bleiv hann við 7-3 sigri á Gary Anderson í finaluni

Nýggjárið bjóðar sum vanligt upp á PDC heimsmeistaraheitið í dart. Í ár bleiv ein nýggjur vinnari. Talan er um umstrídda Gerwyn Price úr Wales. Hann er fyrrverandi útblakari og rugbyspælari, sum til tíðir ger nógv av á pallinum. Millum annað við at geva eitt brøl frá sær, tá tað gongur væl.

Hann vann í kvøld 7-3 á Gary Anderson, sum annars hevur vunnið heimsmeistaraheitið tvær ferðir. Hann sá so illa í 2015, at hann ikki kláraði at síggja bull eye. Hann spælir nú við brillum, men tær hjálpu lítið í kvøld.

Gerwyn Price var í hopla frá byrjan, og lat ongan iva verða um, at hann ætlaði sær at vinna kappingina. Gary Anderson megnaði als ikki at fylgja við, og spældi eisini óvanliga illa. Tað kom bara spenningur í eina løtu móti endanum, tá Gerwyn Price brádliga bleiv óneyvur, tá hann skuldi lukka.

Hann hevði heilar 11 dystarpílar, men rakti ikki. Tað var ikki fyrr enn 12. ferð, at walisin setti punktum fyri eitt framúr avrik á pallinum í London. Hann fekk í miðal 100,08, fekk 180 13 ferðir og lukkaði tríggjar ferðir við yvir hundrað. Hann var eisini so óendaliga nær við at fáa ein “níggju-dartara”, sum er tað minsta av pílum, tú kanst brúka upp á at koma frá 501 og niður á null. Tíggjundi pílurin rakti.

35 ára gamli walisin er nú nummar eitt í heiminum. Hann hevur yvirhálað Michael Van Gerwen, sum í fleiri ár hevur verið besti dartspælarin í heiminum. Við sigrinum fær Gerwyn Price 4,2 milliónir krónur.