Dartsambandið fingið altjóða limaskap

Øll londini, íroknað Føroyar, fingu fullan limaskap, fortelur Hans Eivid Olsen, forseti í Dartsambandi Føroya

Mynd: (Dartsambandið) Hans Eivind Olsen, forseti í Dartsambandi Føroya

Mynd: (Dartsambandið) Hans Eivind Olsen, forseti í Dartsambandi Føroya

Dartsamband Føroya hevur luttikið á aðalfundi hjá altjóða dartsambandinum, World Darts Federation, sum hevur verið í Cluj-Napoca í Rumenia. Her bleiv staðfest, at Føroyar nú hava fullan limaskap í WDF.

Fundurin er í samband við at HM fyri lið verður spælt hesa vikuna. Dartsamband Føroya hevði sum mál at fáa fyribils limaskapin til fullan limaskap. Í hesum sambandi vóru Hans Eivind Olsen, forseti, og Kristian Joensen, varaforseti, á aðalfundinum. Teir høvdu eina framløgu um Føroyar og føroyskt dart.

- Aðalfundurin skuldi eisini taka støðu til umsóknir frá Slovenia, Monaco, Singapore og Kroatia. Eftir at øll fimm londini høvdu havt sína framløgu, vórðu londini biðin um at fara úr fundarhølinum, meðan limalondini skuldu atkvøða um hesi fimm londini skuldu fáa limaskap ella ikki, sigur Hans Eivind Olsen.

- Eftir umleið 10 minuttir vóru umsøkjara-londini biðin um at koma inn aftur í fundarhølið. Øll londini, íroknað Føroyar, fingu fullan limaskap, leggur Hans Eivid Olsen afturat.

##med2##

Hetta merkir, at Føroyar nú hava fullan limaskap í World Darts Federation. Tað merkir at Føroyar hava atkvøðurætt á fundum hjá altjóða dartsambandinum, rætt at luttaka í komandi EM- og HM-kappingum og kunnu søkja um at fáa altjóða kappingar til Føroyar. Eitt nú at fáa Tórshavn Open/Faroe Islands Open góðkendar og lagdar í álmanakkan hjá World Darts Federation.

Fyrsta stóra uppgávan verður Nordic-Cup í Danmark í apríl og EM í Spania í oktober 2020.

Mynd: (Dartsambandið) Hans Eivind Olsen, forseti í Dartsambandi Føroya

Mynd: (DSF) Kristian Joensen, varaforseti, og Hans Eivid Olsen, foresti í Dartsambandinum