David De Gea gjørt sáttmála

Nú er greitt hvar David De Gea spælir komandi árini

Málverjin hjá Manchester United, David De Gea, hevur gjørt nýggjan sáttmál við felagið. Núverandi sáttmálin gekk út eftir hetta kappingarárið, og tað hava verið samráðingar og nógvar gitingar um framtíðina hjá málverjanum.

Nú boðar heimasíðan hjá Manchester United frá, at spanski landsliðsmálverjin hevur gjørt sáttmála, sum er galdandi fram til summar 2023. Hartil er ein møguleiki at leingja sáttmálan við einum ári afturat.

David De Gea, sum spældi móti Føroyum fyri viku síðani, prógvaði eisini sítt virðið, tá hann bjargaði skotinum hjá Jóannesi Bjartalíð. Tað hava annars verið nógvar gitingar um, at David De Gea hevur verið á veg úr felagnum.

Mett verður, at 28 ára gamli málverjin fær áleið 3,1 milliónir krónur um vikuna. David De Gea kom til Manchester United í 2011. Hann hevur spælt 367 dystir fyri Manchester United, og hevur fleiri ferðir verið nevndur millum heimsins bestu málverjar.