David Edvardsen aftur í bláum

David Edvardsen verður aftur í Neistanum komandi kappingarár.

Hesaferð verður hann tó ikki at síggja á vøllinum, men sum partur av venjaratoyminum.

Høvuðsvenjari verður, sum áður boðað frá, Mads Rydal Nielsen, og aftrat honum kemur so David Edvardsen.

David kom til Føroya í 2007 at spæla við STíF, men spældi frá 2008 til 2011 við Neistanum. Seinastu nógvu árini hevur hann tó verið at sæð í grøna búnanum hjá Kyndli.

David Edvardsen er 32 ára gamal og er ættaður úr Bandholm á Lollandi í Danmark.