David Luiz noktar at venja

Brasilski verjuspælarin vil til grannarnar Arsenal

Mynd: (Scanpix) David Luiz vil skifta til Arsenal

Mynd: (Scanpix) David Luiz vil skifta til Arsenal

Tað er eitt lítið samdøgur til flytingarvindeygað í Premier League letur aftur. Í dag eru nógvar søgur um møgulig skifti. Ein teirra er, at navnframi miðverjin hjá Chelsea, David Luiz, noktar at venja, tí hann vil til Arsenal.

David Luiz var fyri nøkrum árum síðani mettur millum bestu verjuspælararnar í heiminum, men seinastu tíðina hevur tað verið meiri misjavnt hjá 32 ára gamla miðverjanum úr Brasil. Hann er ikki longur millum fyrstu nøvnini á talvuni, og nú ynskir hann at skifta.

Bretskir miðlar, sum eitt nú Sky Sports, skriva at David Luiz vil strekkja seg langt fyri at sleppa til Arsenal. Millum annað vildi hann ikki venja í dag.

Arsenal leitar eftir nýggjum verjuspælara, eftir at Laurent Koscielny hevur skift til Bordeaux. Arsneal hevur longu lagt afturat frammrætta partinum av liðnum, við at keypa Nicolas Pepe. Nú skal verjuparturin eisini styrkjast.

Flytingarvindeygað í Premier League letur í morgin klokkan 17, men feløgini kunnu framvegis selja til 31. august, tá flytingarvindeygað letur aftur í flestu støðum í Evropa.

Mynd: (Scanpix) David Luiz vil skifta til Arsenal