Dávur hevur vunnið eitt hattrik av FM

Súkkling: Dávur Magnussen er um vikuskiftið blivin trýfaldur FM-vinnari í súkkling

Tríggir góðar FM kappingar, tríggjar spennandi kappingar, tríggir góðir dagar, tríggir dagar við metluttøkutali, og trý gull til Dávur Magnussen, sum aftur í gjár var fyrstur um málstrikuna, skivar Tórshavnar Súkklufelag.

Hósdagin bleiv kappast í Býarsúkkling, fríggjadagin í Einkultstarti, og í gjár bleiv kappast í Landavegsúkkling. Byrjað varð á Vaglinum í Havn, og leiðina gekk síðan gjøgnum Kaldbaksbergholið, norður gjøgnum Sundalagið, og so skuldu súkklarar "klættra" allan vegin niðan á Eiðisskarð.

Kappast bleiv á tveimum teinum. Ein styttri og ein nakað longri. Kvinnur og motiónistar koyrdu norður gjøgnum Sundalagið, við kós móti Eiði, fyri síðan at súkkla síðsta strekkið niðan móti Eiðisskarð, sum er góðar fimm kilometrar, skrivar TSF.fo.

Opin Bólkur skuldi gjøgnum Norðskálatunnilin, til Funningsfjørð, og til Elduvík. Leiðin gekk síðan aftur móti Funningsfjørð, til Funning, og so skuldi súkklarar "klættra" seinasta teinin niðan móti Eiðisskarð. Eins niðan úr Eiði, eru tað umleið fimm kilometrar niðan úr Funningi, niðan á víkiplássið niðanfyri Slættaratind.

- "Master-startur" var frá Vaglinum niðan móti rundkoyringini við Føroya Tele. Tað gekk ikki long tíð, so bleiv ferðin sett upp, og tað bleiv rykt og skrykt. Helgi W. Olsen rykti, og feltið syndraðist. Pulsurin reyk upp, og so bleiv feltið samlað aftur. Dávur Magnussen rykti upp til Jákup Petur Eliasen, sum eina løtu lá hálvan kilometur frammanfyri feltið, og so reyk pulsurin aftur upp í topp. Tað kom aftur samling í. Við "Landsfjósið" bleiv aftur rykt, men nú syndraðist, og tann eini bólkurin bleiv til fleiri, skrivar TSF.fo. 

Skák og skákmát

Dávur Magnussen, Helgi W. Olsen, Jákup Petur Eliassen og Hilmar Hansen sluppu avstað. Jan Hjaltalin Olsen, Andrass Joensen, Peter Jensen og Gunnar Dahl-Olsen bitu tennirnar saman og royndu tað teir kundu at fáa útbrotið aftur. Kjartan Egholm misti eisini við "Landsfjósið", men var akkurát ov stuttur til at fáa Andrass og hinar aftur. Sostatt bleiv tað til ein rættiliga langan og kanska einsligan túr hjá Kjartani.

- Ávegis niðan móti Norðskálatunnlinum fór útbrotið í tvíningar. Okkara sterkastu súkklarar, Dávur og Helgi, settu ferð á, og so "kókaði yvir" hjá Jákup Petur og Hilmar. Hetta sóu Andrass & Co, og teir royndu nú tað teir kundu, at koyra Jákup Petur og Hilmar innaftur.

Málið nærkaðist og eyðsæð var, at vinnarin, og føroyameistari 2020, bleiv antin Dávur Magnussen ella Helgi W. Olsen, skrivar TSF.fo.

Brekkan niðan úr Funningi er long og drúgv. Spenningurin vaks og menn troyttaðust. Dávur og Helgi hildu hvønn annan skák, og nakað aftaná krossin, har Funningsleiðin møtur Gjáarleiðini, royndi Dávur at seta Helga skákmát. Dávur traðkaði og traðkaði, og løtu seinni bleiv tað til skákmát og hattrik til Dáva Magnussen, sum við sigrinum í gjár, vann sítt triðja gullheiðursmerki.

Tvær kvinnur

Tvær kvinnur luttóku í kappingini um FM-heitið. Eins og Dávur, so vann Elsa Berg triðja sigurin á rað. Rigmor Rasmussen vann silvur. Rigmor er júst byrjað at súkkla, og tá hesar kvinnur kappast aftur í komandi ár, verður spennandi at fylgja hvussu leikur fer, heldur TSF fyri.

Tríggir góðir dagar

Tað hevur verið gott veður allar dagarnar, og tað hevur verið metgóð luttøka. 

- Vit hava verið fleiri luttakarar til súkklukappingar í Føroyum áður, men tá hava vit havt vitjan av dønum og íslendingum. Hetta er met luttøka við føroyskum súkklarum, og tað er at frøðast um, segði Geyr Gilsteinsson eftir kappingina.