Dávur nummar fimm og liðið nummar fimm

(OYL) Dávur Magnussen lá væl fyri í heiðursmerkjastríðnum, men tað bleiv einki føroyskt heiðursmerki í býarkoyringini

Dávur Magnussen var leingi væl við í fremsta feltinum, men tað helt ikki í endaspurtinum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Dávur Magnussen var leingi væl við í fremsta feltinum, men tað helt ikki í endaspurtinum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Tað bleiv talan um tvey føroysk fimta pláss í býarkoyringini hjá monnum í býarsúkkling.

Dávur Magnussen lá væl fyri í fremsta feltinum, men í endaspurtinum endaði hann uttanfyri heiðursmerkjastríðið. Dávur kom á mál sum nummar fimm.

Torkil Veyhe bleiv nummar 15, Helgi Winther Olsen bleiv nummar 19, Gunnar Dahl Olsen bleiv nummar 32 og Jákup Petur Eliasen bleiv nummar 46.

Í liðkappingini blivu teir føroysku mennirnir samlað nummar fimm.

Í kvinnukappingini bleiv Maria Svabo Hansen nummar 17 og Elsa Berg bleiv nummar 21. Súsanna Skylv fullførdi ikki. 

Í liðkappingini fingu føroysku kvinnurnar eitt samlað fjórða pláss, so Føroyar sluppu ikki uppá heiðursmerkjapallin í býarsúkkling í kvøld. 

##ms##

 

 

 

Dávur Magnussen var leingi væl við í fremsta feltinum, men tað helt ikki í endaspurtinum (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)