Dómaranevndin hjá HSF hartar venjaran hjá VÍF

Dómaranevndin heldur at venjarin hjá VÍF, John Larsen, ósømiligan atburð við dystarenda og í samrøðu

Mynd: (Skýggjamynd KVF) John Larsen, venjari hjá VÍF

Mynd: (Skýggjamynd KVF) John Larsen, venjari hjá VÍF

Tað var satt rok á Hálsi, tá bestu mansliðið hjá Neistanum og VÍF spældu javnleik 35-35. Tað bleiv gjørt eitt mistak við dómaraborðið, sum gav Neistanum eitt mál, ið teir ikki áttu. Tað var tí rokaligt eftir dystin, har venjarin hjá VÍF, John Larsen, segði at dómaraborðið og dómararnar ikki høvdu tamarhald á støðuni.

Samrøðan sæst við at trýsta HER.

Nú hevur dómaranevndin hjá Hondbóltssambandinum givið ilt av sær aftur, tí dómaranevndin vil ikki hava sitandi á sær, at ein venjarin brúkar slíkan málburð, og vísur slíkan atburð eftir dyst. Í almennum skrivi verður sagt:

- Í samband við dystin millum Neistan og VÍF í Burn deildini tann 11. oktober 2020, gerð venjarin hjá VÍF samrøðu við KVF beint eftir dystin. Í samrøðuni úttalar venjarin hjá VÍF seg niðurgerandi um føroyskar dómarar og dómaraborðið, og hetta heldur dómaranevndin er sera óheppið. Eisini sýndi venjarin hjá VÍF ósømiligan atburð við dystarenda.

- HSF ynskir í hesum sambandi at heita á venjarar, leikarar og onnur avvarðandi um at kenna sær hógv eftir dystir, millum annað tá ið tey verða biðin um at úttala seg til fjølmiðlar.

- Dómaranevndin viðurkennir talufrælsið, men vil samstundis vísa á, at venjarar eru leiðarar og fyrimyndir og setur óhóskandi málburður og umrøða okkara ítrótt og dómarar í ringt ljós.

- Dómaranevndin hevur í slíkum føri heimild til at vísa tílíkan atburð og útsagnir til aganevndina til viðgerðar. Í nevnda føri hevur dómaranevndin heitt á VÍF um at tryggja, at hetta ikki endurtekur seg. Dómaranevndin ger ikki meira við málið.

Mynd: (Skýggjamynd KVF) John Larsen, venjari hjá VÍF