Dómarar ásettir til finalurnar

Nú er greitt hvør skal døma í steypafinalunum hjá kvinnum og monnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík skulu døma steypafinaluna hjá monnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík skulu døma steypafinaluna hjá monnum

Um vikuskiftið verða steypafinalurnar í føroyskum hondbólti. Hjá kvinnunum er H71 við fyri fyrstu ferð, meðan VÍF er við fyri níggjundu ferð. Hjá monnunum verður finalan millum Kyndil og H71.

Nú er eisini greitt hvør skal døma finalurnar. Hjá kvinnunum verða tað Heri Petersen og Dánjal Samuelsen, ið skulu døma. Hjá monnunm verða tað Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík.

##med2##

Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30, meðan finalan hjá monnum verður klokkan 16. Seinni um kvøldið spæla bæði Gentur 18 og Dreingir 18 eisini steypafinalu. Sunnudagin verða restina av ungdómsfinalunum.

Dystarskrá:

Leygardagur 15. februar

Kl. 13.30 VÍF – H71 (Kvinnur)

Kl. 16.00 Kyndil – H71 (Menn)

Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71

Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b

Sunnudagur 16. februar

Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF

Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b

Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF

Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin

Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF

Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin

Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin

Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík skulu døma steypafinaluna hjá monnum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Dánjal Samuelsen og Heri Petersen døma finaluna hjá kvinnum