Dómararnir ballaðust í skiftirúminum

Champions League: Hjálparvenjarin hjá Liverpool fortelur um niðurtúrin í Kiev í fjør

Mynd: (Scanpix) Milorad Mazic gevur Sadio Mané gult kort

Mynd: (Scanpix) Milorad Mazic gevur Sadio Mané gult kort

Í longri samrøðu við nýggja miðilin, The Atletic, fortelur hjálparvenjarin hjá Liverpool um tapið í Champions League finaluni í fjør. Liverpool tapti 3-1 fyri Real Madrid í Kiev, men pínan fór ikki vekk í skiftirúminum. 

- Í Kiev var okkara skiftirúm sum ein sjúrkadeild. Ímynda tær at ein er farin á sjúkrahúsið, og er komin aftur og grætur (Mohamed Salah). Síðani hoyrir tú mótstøðuliðið fegnast í einum skiftirúmi, og dómararnar ballast í hinum skiftirúminum. Eg veit ikki hví, men teir sungu og ballaust við øl, fortelur Peter Krawietz.

##med2##

Hjalparvenjarin hjá Jurgen Klopp leggur tó dent á, at tað er í slíkum støðum at eitt lið finnur styrki. Hann heldur fyri, at reaktiónin hjá spælarunum til tapið í Kiev vísti, at Liverpool kundi meir. Í ár vann Liverpool so Champions League.

Mynd: (Scanpix) Milorad Mazic gevur Sadio Mané gult kort