Dómari fekk autograf frá Håland

Champions League: Tað gekk illa við dømingini, men ein av dómarunum fekk ein autograf

Mynd: (Skíggjamynd)

Mynd: (Skíggjamynd)

Tað hevur elvt til kjak, at ein av hjálpardómarunum í dystinum millum Manchester City og Borussia Dortmund, fekk Erling B. Håland at skriva ein autograf á eitt gult kort, stutt eftir at dysturin endaði. Hetta bleiv fangað av myndatólunum í inngongini til vøllin.

Manchester City vann 2-1, men tað var ikki uttan eitt sindur av hjálp frá dómaranum, meta fleiri. Eitt nú enski landsliðsspælarin í Borussia Dortmund, Jadon Sancho. Hann var ikki við í hópinum, men helt fyri á sosialu miðlunum, at dómarin mátti kannast, eftir at Borussia Dortmund fekk frátikið eitt mál.

Jude Bellingham, somuleiðis úr Onglandi, tóktist vinna bóltin frá málverjanum hjá Manchetser City, ið var komin út úr brotsteiginum, men áðrenn 17 ára gamla stjørnuskotið náddi at skjóta bóltin í málið, so bríkslaði dómarin fyri frísparki. Av tí at bólturin ikki fór í mál áðrenn, kundi dómarin ikki fáa hjálp frá VAR. Endurtøkurnar vísa, at tað er heldur ivasamt um talan var um fríspark, tí Jude Bellingham var væl fyrstur á bóltinum.

Rumenski dómarabólkurin hevur verið í andglettinum fyrr í hesum kappingarárinum, tá dysturin millum Istanbul Basaksehir og PSG bleiv steðgaður, tí fjórði dómarin var mettur at brúka rasistiskan málburð.

Mynd: (Skíggjamynd)