Dómarin hevur avlýst í Sarpugerði

Tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt í Gøtu

Tað verður eingin fótbóltur í Sarpugerði í kvøld. Fyrsta bríksl millum Víking og KÍ skuldi vera nú klokkan 17, men tað verður eingin dystur.

Dómarin, Eiler Rasmussen, hevur gjørt av at avlýsa dystin.

-Tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt her í Sarpugerði. Tað ber ikki til at fáa bóltin at liggja stillan, og so ber ikki til at spæla fótbólt, sigur Eiler Rasmussen.

FSF fer í kvøld at gera av, nær dysturin verður. Ein møguleiki er fyri, at hann verður spældur í morgin.