Dómarin í kvøld hevur dømt á Tórsvølli

Slovenski dómarin hevur tríggjar ferðir áður verið dómari, tá ið føroyingar hava verið í altjóða avbjóðingum

Tað verður 39 ára gamli Matej Jug, sum verður 23. maður á Friends Arena vøllinum í Solna í Stokholm, tá ið Svøríki og Føroyar klokkan 19.45 í kvøld fara at spæla síðsta dystin í hesi EM undankappingini.

Slovenski dómarin hevur verið altjóða dómarin síðani 2007, og hann hevur nógvar royndir í altjóða fótbólti. Hann hevur dømt fleiri landsdystir og dystir í bæði Champions League og Europa League.

Merkisvert er tað, at hann beinanvegin, eftir at hann í 2007 varð altjóða dómari, var dómari, tá ið føroysk lið royndu seg.

Í 2007 dømdi hann tríggjar ferðir, tá ið føroyingar vóru annar parturin.

Fyrsti dysturin var 19. juli 2007, tá ið B36 í UEFA Cup og á Tórsvølli hevði vitjan av Ekranas úr Litava. Gestirnir vunnu 3-1, og Matej Jug var í Føroyum og dømdi. Hetta var bara aðru ferð yvirhøvur, at hann var dómari í altjóða dysti.

Kurt Mørkøre var venjari hjá B36, Jákup Mikkelsen vardi málið, og millum spælararnar vóru Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted og Klæmint Matras.

Í oktober 2007 luttóku Føroyar í U-17 EM undankapping í Týsklandi. Matej Jug var dómari, tá ið Føroyar løgdu rygg til 8-0 tap ímóti Týsklandi, og hann var eisini dómari í málleysa javnleikinum ímóti Rumenia.

Faroesoccer.com veit at siga, at Teitur Matras Gestsson vardi føroyska málið, og at tríggir aðrir, sum í kvøld fara at spæla í Stokholm, vóru á liðnum – Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen og Gilli Sørensen. Hallur Hansson er fastur maður á landsliðnum, men nú er hann skaddur og ikki við í Svøríki. At Mateg Jug sum dómari sá Føroyar tapa 8-0 í U-17 landsdystinum ímóti Týsklandi fyri 12 árum síðani mundi ikki minst komast av, at Hallur Hansson varð vístur av vøllinum longu í 26. minutti, og so var hann leikbannaður ímóti Rumenia.