Dóttir venjaralegendu í hondbólti skal spæla við Manchester United

Þórir Hergeirsson hevur vunnið nógv við norska kvinnulandsliðnum í hondbólti. Dóttirin, Maria spælir við norska fótbóltslandsliðnum

 

 

Pápin, Þórir Hergeirsson er mest vinnandi venjarin í altjóða kvinnuhondbólti nakrantíð, men Maria sjálv er landsliðsspælari hjá Noregi í fótbólti, og skal nú spæla við Manchester United

Pápin, Þórir Hergeirsson er mest vinnandi venjarin í altjóða kvinnuhondbólti nakrantíð, men Maria sjálv er landsliðsspælari hjá Noregi í fótbólti, og skal nú spæla við Manchester United

Øll sum hava áhuga fyri altjóða hondbólti kennast við navnið Þórir Hergeirsson.

Íslendski Þórir Hergeirsson hevur verið landsliðsvenjari hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti síðani 2009, og hetta tíðarskeiðið hevur vann saman við norska liðnum vunnið ikki færri enn sjey gullheiðursmerki í OL, EM og HM-endaspølum, umframt tvey silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki. 

Þórir Hergeirsson hevur búð í Noregi síðani 1986, og tosar norskt sum ein innføddur norðmaður. Fyri síni avrik er hann heiðraður av Haraldi kongi.

Nú hevur dóttir hansara, ið hevur spælt 46 landsdystir fyri norska fótbóltslandsliðið skrivað undir sáttmála við kenda enska fótbóltsfelagið, Manchester United sum fyri stuttum sjósetti eitt yrkislið fyri kvinnur. 

Maria Þórisdóttir, ið er ein sterkur verjuspælari hevur skrivað undir ein sáttmála við Manchester United uppá tvey og eitt hálvt ár. 

27 ára gamla, Maria Þórisdóttir hevur undanfarnu fýra árini spælt við Chelsea, ið eisini spælir í Women´s Super League, ið er tað sum svarar til Premier League hjá monnum.

8. oktober í 2019 var Maria Þórisdóttir partur av norska liðnum, ið vann ein knúsandi 13-0 sigur á Føroyum í einum EM-undankappingardysti á Tórsvølli. Í steðginum var Noreg á odda 4-0. Talan er um størsta tapið hjá føroyska kvinnulandsliðnum nakrantíð.

Þórir Hergeirsson hevur altíð stuðlað dóttrini, og er glaður fyri hennara góðu avrik í fótbólti sjálvt um hann sjálvur fyrst og fremst er ein svorin hondbóltsfjeppari, og ein stór venjaralegenda í altjóða hondbólti. 

 

 

Pápin, Þórir Hergeirsson er mest vinnandi venjarin í altjóða kvinnuhondbólti nakrantíð, men Maria sjálv er landsliðsspælari hjá Noregi í fótbólti, og skal nú spæla við Manchester United