Dragan Brljevic nýggjur kvinnulandsliðsvenjari

Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022

Mynd: (HSF.fo)

Mynd: (HSF.fo)

Hondbóltssambandið hevur sett Dragan Brljevic sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin er galdandi fram til juli 2022, skrivar hsf.fo.

Dragan Brljevic er 56 ár og er úr Kroatia. Dragan Brljevic hevur í mong ár búð í Svøríki, har  hann upprunaliga kom sum elituspælari. Síðani 2010 hevur hann staðið á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini.

Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini. Dragan hevur bæði svenskar og kroatiskar venjaraútbúgvingar. Hann gjørdist liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving í summar. Dragan er komin til Føroya sum venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli.

– Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar, sigur Dragan Brljevic við heimasíðuna hjá HSF, har Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, eisini fegnast um nýggja sáttmálan.

–  Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF, sigur Gunn Ellefsen.

Dragan Brljevic byrjar í starvinum 1. november ella so skjótt arbeiðsloyvið er komið uppá pláss. Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping 4. – 5. desember móti ávikavist Sveis og Hvítarusslandi. Dystirnir verða í Minsk í Hvítarusslandi.

Mynd: (HSF.fo)