Dreingir 10: H71-arar bastu liðfeløgum í steypafinaluni

Tvey jøvn ið hjá H71 hittust í steypafinaluni hjá dreingjum 10

H71-leikararnir í hvítum bastu liðfeløgunum í svørtum eftir tættan dyst

H71-leikararnir í hvítum bastu liðfeløgunum í svørtum eftir tættan dyst

Finala: Faxe Kondi-kappingin, dreingir 10

H71-A – H71-B 15-13

H71 er steypavinnari hjá dreingjum 10. Hetta hevði verið greitt leingi, tí dagsins finala var ímillum H71-A og H71-B.

Hóast tað var A-lið ímóti B-liði var ikki stórur styrkismunur, og tað leikaði javnt á. Hálvleiksstøðan var 7-6.

Merkisvert var, at hvørki av liðnum høvdu fastar málverjar. Á báðum liðunum skiftust tveir leikarar at spæla ein hálvleik sum málverji og ein hálvleik sum útileikari.

Seinastu fýra minuttirnar eydnaðist tað H71-A at leggja seg eini trý mál á odda.

Hóast teir spældu við sama felagið, vildu leikararnir á H71-B stríðast til tað síðsta fyri steypinum, men tá ið málverjin á H71-A bjargaði brotskasti í evstu løtu, kundi H71-B avgera dystin við málinum til endaliga úrslitið 15-13.

H71-A (15 mál)

Axel Holm Simonsen (3 mál)

Markus E. Dalsgaard

Jóannes Lindenskov Hansen

Boas Ellefsen á Skipagøtu (7 mál) (dagsins leikari)

Jákup Rógvason

Gabriel Banzon Sakarisson

Jónas Poulsen

Rókur Jacobsen (1 mál)

Niclas Andrésen (1 mál)

Martin Eivinsson

Rókur Lava Brockie (3 mál)

H71-B (13 mál)

Hávarður Mikkjalsson Thomassen

Mikkjal Eiðisgarð Poulsen

Andras Vinther

Jónas Ròi Fossádal

Janus Ferjá Foged

Mannbjørn Eysturtún Mouritsen

Filip Wardum Ragnarsson (5 mál)

Edvard Falkenberg

Tummas Lindenskov Joensen (1 mál)

Bárður Djurhuus Thorsteinsson

Jónas Fossabrúgv (7 mál)

##ms##

##med2##

H71-leikararnir í hvítum bastu liðfeløgunum í svørtum eftir tættan dyst

Faxe Kondi ungdómsfinalurnar 2020, D10: H71 a – H71 b