Dreingir 14: Enn ein sigur upp á tíggju mál til H71

Málið hjá H71 var gandað í seinna hálvleiki og so vunnu dreingir 14 enn eitt steyp til Hoyvíkar

Finala, Faxe Kondi-kappingin, dreingir 14

Neistin – H71 9-19

H71 er steypavinnari hjá dreingjum 14 eftir sigur á Neistanum í einum dysti, har munurin á máltalvuni kom til sjóndar eftir fyrstu tíggju minuttirnar. Tá fór H71 frá at vera aftanfyri 4-3 til at vera á odda 9-4 beint fyri steðgin. Hálvleiksstøðan var 9-5 til H71. Tað leikaði aftur rættiliga javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men so stongdi H71-málverjin málið. Munurin fór at økjast – hóast neistamálverjin gjørdi sítt til at hetta tók sína tíð - og endin var ein H71-sigur upp á 19-9.

Neistin (9 mál)

Bergur Leifson Durhuus

Jónas Reinert Vesturklett

Niklas Gaard

Ára Arnason

Emil Elmelund Hansen (1 mál)

Finnur Johannesen

Hóri Reginsson (1 mál)

Tobias Elmelund Hansen (1 mál)

Fríði Mørk Hentze (5 mál)

Rói Christiansson Nielsen (1 mál)

Bárður Mohr Simonsen

Petur Fróðason

H71 (19 mál)

Rúni Garðshorn (dagsins leikari)

John Thorsteinsson

Julian Knudsen (1 mál)

Magnus Carlsen (1 mál)

Høgni Pæturson

Óli Mittún (7 mál)

Tummas Johansen (1 mál)

Rókur Kollsker (1 mál)

Tóki Sørensen

Aron Knudsen

Rói Seyer (2 mál)

Høgni Heinason (4 mál)

Heini Sørensen (2 mál)

Villiam Waag

##ms##

##med2##

Faxe Kondi ungdómsfinalurnar 2020