Dreingir 17 landsliðsvenjarin í hondbólti: -Kropsliga standa vit ikki aftanfyri

Nú styttist til U17 landsliðið skal til European Open. Hópurin er góður, og landsliðsvenjarin Julian Johansen metur um komandi avbjóðingina.

Mynd av landsliðsvenjaranum, sum eisini hevur spælt, og veri venjari hjá Kyndil

Mynd av landsliðsvenjaranum, sum eisini hevur spælt, og veri venjari hjá Kyndil

1. juli byrjar árliga landsliðskappingin í ungdómshondbólti, European Open. European Open verður avgreitt í svenska stórbýnum Gøteborg. Tað eru 24 landslið við í European Open, og støðið er mett at vera rættiliga høgt.

Tey 24 landsliðini ið eru við, verða síðani deild upp í fýra bólkar. Føroyar er ikki mettat at vera ímillum tey sterkastu londini í kappingini, og lutakastið er heldur ikki koppað tann føroyska vegin. Føroyar møtir nevnliga Spania og Noreg fyrsta dagin. Umframt Spania og Noreg, eru Føroyar eisini í bólki saman við Georgia, Estlandi og Ísrael. Hetta eru trý lið, ið Føroyar helst skulu vinna á.

Hetta er eitt rættliga gott Føroyskt landslið. Á papírinum kanska eitt tað besta landsliðið nakrantíð í føroyskum ungdómshondbólti. Hópurin er serstakliga sterkur, heili 14 útav teimum 16 úttiknu spæla hondbólt uttanlands. Millum annað vóru tríggir av teimum við til at vinna danska meistaraheitið hjá dreingjum 17, við Skanderborg. Skanderborg er júst sama felagið, ið Jóhann Á Plógv Hansen spældi við, tá ið hann var 17 ára gamal.

Hetta verður ein stór avbjóðing hjá føroyska liðinum. Sjálvt um støðið er høgt í hópinum, verður mótstøðan eisini á høgum støði.

12 av teimum 16, ið eru úttiknir, eru uppvaksnir í H71, og teir hava eisini vunnið kappingar uttanlands við hoyvíksliðinum.

Hvør veit um eitt gott avrik frá hesum framúr góða dreingir 17 landsliðinum, kann veita tann neyðuga stuðulin til Hondbóltsambandið.

Vónirnar eru heilt stórar til hetta landsliðið, og tað er ein stór ábyrgd at vera venjari hjá slíkum landsliði. Venjarirnir hjá dreingjum 17 landsliðinum, eru Mark Lausen Marcher og Julian Johansen. Hetta eru tveir royndir menn, og Julian Johansen sigur soleiðis um komandi avbjóðingina:

-Vónirnar hjá okkum í ár eru eitt sindur ógreiðar. Vit vita ikki heilt hvussu væl fyri mótstøðuliðini eru, men vit vita at vit eru komnir í ein truplan bólk. Vit byrja fyrsta dagin, við at møta Noreg og síðani Spania. Hetta eru tvey lond, sum eru á ovastu rók innanfyri ungdómshondbolt í altjóða høpi. So vit skulu spæla upp til okkara allar besta, fyri yvirhøvur at kunna skapa nøkur góð úrslit.

Julian Johansen er sera nøgdur við kropsligu styrkina í hópinum, og heldur at tað er ein stór orsøk til at vænta sær nógv frá landsliðinum. Vit hava sæð tey føroysku liðini verið eitt vet aftanfyri á kropsliga økinum, men Julian Johansen væntar ikki at tað verður ein trupulleiki hjá U17-landsliðinum.

Vit hava ein hóp sum er væl fyri. Serliga er tað tann kropsligi parturin, sum er  prioteraður í hesum aldursbólkinum. Allir leikararnir hava vant kroppsliga venjing í fleiri ár, so á tí økinum rokni eg ikki við, at vit standa nakað aftanfyri hini londini. Sjálvandi hava vit ikki líka høgar leikarar sum eitt nú Norra og Spania, men vøddamassin á okkara leikarum er góður, sigur Julian Johansen.

European Open byrjar mánadagin, og spennandi verður at fylgja við serstakliga góða føroyska liðinum. Føroyar spælir mánadagin ímóti bæði Spania og Noreg, so aftaná mánadagurin er liðugur, ber til at siga rættliga neyvt, hvørjum støði føroyska liðið er á. 

Mynd av landsliðsvenjaranum, sum eisini hevur spælt, og veri venjari hjá Kyndil