Dreingirnir settu Ongland upp á pláss

U17 dreingirnir í flogbólti vunnu 3-0 á Onglandi í dag

Føroysku dreingirnir hava havt eina trupla kapping hesaferð, men í morgun vístu teir rættiliga sínar dygdir, tá ið Ongland stóð hinumegin, skrivar Flogbóltssambandið

U17 dreingir: Føroyar - Ongland 3-0 (25-17, 25-21, 25-20)

Mótstøðan er altíð sera sterk, tá ið talan er um Nevza-kappingar. Og í ár er støðið rættiliga høgt, so hóast vit hava eitt gott lið, við royndum leikarum, hevur tað verið mótbrekka allan vegin. Inntil í dag, nú føroyska liðið frá byrjan tóktist koma á vøllin við sterkum vilja og trúnni uppá, at tað ber til. Og tað gjørdi tað.

Dreingirnir vóru undir trýsti í øllum settunum at byrja við, og øll settini vóru rættiliga jøvn langt uppeftir, men dreingirnir hildu seg sum oftast nakað frammanfyri, og Ongland mátti renna aftaná. Og felags fyri øll settini var eisini, at okkara dreingir høvdu loysnirnar til seinast og vunnu tí øll trý settini trygt. Nakað sum annars hevur manglað eitt sindur hesaferð.

Tað sást eisini á dreingjunum, at ein byrða var tikin at teirra herðum, nú fyrsti sigurin endiliga var har. So er bara at vóna, at uppskriftin nú er funnin, og at dreingirnir eisini megna at koppa Noregi kl. 18.00 í kvøld.

##med2##

Julian og Mattias

Sum hevari er Julian West Niclasen arkitekturin aftanfyri alt álposspælið hjá liðnum. Tað dugir Julian sum fáur, og í dag hevði hann í Mattiasi Nolsøe Isaksen eitt sera sterkt vápn. Mattias vann nógvar avgerandi bóltar fyri Føroyar og spældi sín besta dyst higartil.

Mynd: Føroyska U17 landsliðið:

Sandandi frá vinstru: Bjarni Joensen, Jógvan Gøthe Magnusson, Hørður Joensen, Niklas Hallgren Niclassen, Hjørtur Joensen,

Húkandi frá vinstru: Jógvan Kári Birgirsson, Julian Vest Niclasen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Mattias Nolsøe Isaksen.