Drekin streyk avstað við greipuni

5-mannafør gentur: Ólavsøkusigurin var sera sannførandi

Tað var av álvara uppvísningur í finaluróðrinum millum gentubátarnar.

Drekin hevði undan ólavsøku vunnið FM, og í dag vann Drekin sera sannførandi sigur. Drekin var tað mesta av tveimum bátslongdum undan næstu bátunum, og harvið vann Drekin bæði FM og á ólavsøku.

Firvaldur var greitt næstfremst í ólavsøkuróðrinum og tryggjaði sær harvið silvurkrónurnar í FM kappingini.

Fípan Fagra lá leingi á triðja plássi, men í síðstu tøkunum tók Ingibjørg bátin úr Klaksvík, sum í FM kappingini endaði á triðja plássi.