Dreymafótbóltur var ikki nokk

- Samanumtikið eru úrslitini í hesi kappingini ikki góð, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari

Mynd: (FSF) Liðið, sum byrjaði inni í dag

Mynd: (FSF) Liðið, sum byrjaði inni í dag

Tað rakk ikki í seinastu royndini hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum seinnapartin fríggjadagin spældi síðsta dystin í EM-undankappingini. Føroyar taptu 4-1 fyri Litava, sum var frammanfyri 2-0 í hálvleikinum, skrivar Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinasta dystin í EM-undankappingini, sum síðstu dagarnar hevur verið í Svøríki. Úrslitið móti Litava gjørdist 4-1 til litavar, sum vóru á odda 2-0 í steðginum.

##med2##

Men hóast tap, so fortelur hetta als ikki alla søguna. Serliga fyrsta stóra hálva tíman sat føroyska liðið á øllum, og við frálíkum og kvikum álopsspæli, komu okkara dreingir til nógvar og stórar málmøguleikar. Men hvørki einsamallir við málverjanum, ella tá bólturin hoppaði aftur og fram á málstrikuni, vil bólturin fara í litavisku netmeskarnar. Í staðin hendi tað, sum vit hava sæð so ofta áður. Mótstøðumenninir vóru náðileysir, og so var 2-0 til Litava í hálvleikinum.

 ##med3##

 Beinanvegin eftir steðgin setti føroyska liðið seg aftur á dystin, og tá góðir tíggju minuttir vóru spældir eydnaðist tað Súna Hansen at minka til 2-1. Eitt mál á muni, og føroyska liðið sá út til at hava fult tamarhald á. Men brádliga fáa litavar eitt heldur ov lætt mál, og so var aftur mótbrekkan. Seinastu løtuna bleiv satsað, men eydnan var ikki við okkara dreingjum. Í staðin fingu litavar brotsspark í seinastu minuttunum, sum teir settu í netið.

- Samanumtikið eru úrslitini í hesi kappingini ikki góð. Vit taptu greitt fyri einum sera góðum donskum liðið, sum eisini vann sannførandi á Litava (6-1) og Svøríki (5-1). Men leikliga avrikið hjá okkara dreingjum móti Svøríki og Litava var gott, og tað sama var teirra hugburður.

##med4##

- Tapini mugu vit venjarar taka á okkara kappa, tí tað er heilt víst, at leikliga fótbóltsframtíðin hjá hesum dreingjunum als ikki er so svørt, sum onkur kanska vil vera við. Vit hava nógvar framúr góðar ungar spælarar, og tað hevur verið ein heiður at fylgt teimum higartil á teirra fótbóltsleið, sigur U17-landsliðsvenjarin, Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.

Mynd: (FSF) Liðið, sum byrjaði inni í dag