Drúgvur skaðasteðgur í høllini á Hálsi

Tá 51 minuttir vóru farnir av dystinum millum Kyndil og Team Klaksvík fekk ungur Kyndilsspælari ein skaða, ið førdi drúgvan steðg við sær

Mynd: Kyndil 1956 á YouTube

Mynd: Kyndil 1956 á YouTube

##med2##

Kyndil var á odda 28-15 tá 51 minuttir og 5 sekund vóru farin av dystinum í Okkaradeildini millum Kyndil og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn.

Tá fekk Borgar Sveinsson hjá Kyndli ein álvarsaman skaða í einari álopsstøðu tá hann vann eitt brotskast til Kyndil.

Mett var ikki, at tað var ráðiligt at flyta unga Kyndilsspælaran, ið kom skeivt niður á gólvið í álopsstøðuni. Ringt var eftir sjúkrabili, men tað tók drúgva tíð áðrenn sjúkrabilurin kom á staðið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra heimildarmannin hjá FM1, Ásbjørn N. Nattestad greiða frá. 

28-15 gjørdist staðfesta úrslitið. Dómararnir og spælarnir tóku avgerð um ikki at seta dystin í gongd aftur. Meir enn ein hálvur tími var farin, og tí var ikki mett, at tað var ráðiligt at byrja aftur, og tí vinnur Kyndil 28-15. Í steðginum var Kyndil á odda 15-7.

 

 

Mynd: Kyndil 1956 á YouTube

(Ásbjørn N. Nattestad greiðir frá støðuni í høllini á Hálsi í Havn)