Dundalk fær heldur ikki heimadyst í írsku liguni fluttan

Í Dundalk FC ynsktu teir at fáa dystin í morgin móti Shamrock Rovers fluttan fyri at kunna fyrireika seg betri móti KÍ, ið teir skulu dystast við hóskvøldið

Dundalk FC fegnast her um sigurin á Sheriff Tirsapol í Moldova, men eins og KÍ kunnu teir ikki fegnast um vælvild við at fáa heimligan dyst fluttan

Dundalk FC fegnast her um sigurin á Sheriff Tirsapol í Moldova, men eins og KÍ kunnu teir ikki fegnast um vælvild við at fáa heimligan dyst fluttan

Hóskvøldið klokkan 19.30 er sannleikans tími fyri KÍ og føroyskan felagsfótbólt.

Tá dystast Dundalk FC og KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin um rættin at spæla í Europa League bólkaspælinum.

Fimm dagar undan dystinum eru KÍ og Dundalk í sama báti.

Bæði liðini hava ynskt av FSF og FAI (írska fótbóltssambandinum), at dystirnir liðini skulu leika í heimligu liguni í morgin vera fluttir til ein annan leikdag. Bæði KÍ og Dundalk ynska møguleikan at kunna fyrireika seg optimalt til tann stóra og avgerandi dystin í Europa League hóskvøldið.

KÍ hevur heimadyst móti AB í Betrideildini í morgin klokkan 15 - ein dystur FM1 sigur beinleiðis frá. Dundalk FC hevur heimadyst móti Shamrock Rovers sunnukvøldið klokkan 19.30.

Sambært írskum miðlum hevur FAI sama trupuleika sum FSF, at tað er ógvuliga stramt við leikdøgum, og tí má dysturin avgreiðast. Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter vísti á somu støðu heima í Føroyum í Fótbóltspanelinum á FM1 ígjár.

Klaksvíkingar kunnu so ugga seg við - um enn tað er ein soltin uggi - at teir eru í somu støðu sum Dundalk FC, tá talan er um møguleikar til fyrireikingar til stóra dystin í Dublin komandi hóskvøld. 

Irish Times rør uppundir, at dysturin hjá Dundalk móti KÍ er so týdningarmikil, at tað verður allarhelst eitt skert lið sum spælir móti Shamrock Rovers sunnukvøldið.

Ítróttarskrivarin hjá portal.fo, Agnar Prestá væntar, at KÍ eisini fer at spæla við einum skerdum liði við nógvum eykamonnum móti AB við Djúpumýru í morgin klokkan 15. Hetta segði Agnar Prestá í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 ígjár. 

HER  ber til at hoyra tað sum Róin Schrøter og Agnar Prestá søgdu á FM1 ígjár. 

Dundalk FC fegnast her um sigurin á Sheriff Tirsapol í Moldova, men eins og KÍ kunnu teir ikki fegnast um vælvild við at fáa heimligan dyst fluttan