Dupult longd leiktíð: Kroatia í EM-finaluni eftir ársins hondbóltsdyst!

Tað kendist eins og nevaleikur í 12. umfari, tá ið hvørki norðmenn ella kroatar vildu leggja seg, í hinum mest hugtakandi leikinum, sum er farin fram á einum hondbóltsvølli seinastu árini. Les hvussu in.fo upplivdi dystin her

David Mandic sleppur endiliga at tveita seg niður eftir øgiligt stríð í 80 minuttir í EM-hálvfinaluni ímóti Norra (Ritzau Scanpix)

David Mandic sleppur endiliga at tveita seg niður eftir øgiligt stríð í 80 minuttir í EM-hálvfinaluni ímóti Norra (Ritzau Scanpix)

Ítrottarsosialurin tekur saman um EM mánadagin

16.500 áskoðarar vóru í Stokkhólmi í kvøld vitni til ein dyst, ið óivað fer í søguna, sum ein hin mest hugtakandi dysturin í EM yvirhøvur.

Hvørki Norra ella Kroatia høvdu roynt at tapa ein dyst í hesum EM-endaspælinum, tá ið tjóðirnar báðar hittust í hálvfinaluni í kvøld, og tað tóktist eisini ómøguligt at fáa eina avgerð í dystinum, sum ikki endaði fyrr enn eftir 10 sekund í 80 minuttir, tá ið Kroatia legði seg á odda 29-28 og spældi seg í EM-finaluna.

Ivi um heimsstjørnurnrar

Hjá Kroatia var ein av heimsins bestu spælskipari, Luka Cindric vorðin til reiðar aftur eftir skaða, meðan ein av heimsins bestu høgru bakkum, norski Magnus Rød, var farin heim við ringum skaða.

Cindric fekk kortini ikki so stóran leiklut í dystinum, og tóktist at halta í fyrra hálvleiki. Men Kroatia hevur tvær heimsstjørnur afturat á miðjuni: Igor Karacic og Domagoj Duvnjak - heimsins besta leikara anno 2013.

Duvnjak hevði sum altíð ein høvuðsleiklut sum fremsti maður í kroatisku 5-1 verjuskipanini.

Uppgávan hjá Duvnjak var greið: At forðað fyri at helst heimsins besti spælskipari yvirhøvur, norski Sander Sagosen - óivað heimsins besti leikari anno 2020 - skuldi koma ov tætt við verjuna.

##med2##

Sagosen ímóti Duvnjak

Hetta kom ikki óvæntað á norðmenn, sum ferð eftir ferð royndu at spæla ígjøgnum í høgru. Men uttan Magnus Rød kom ov lítið burtur úr á høgra bakki.

Fyrsti parturin av dystinum var rætt og slætt ein dystur ímillum Duvnjak og Sagosen, sum skiftust at skipa fyri málum í hvør sínum enda.

Ein stór orsøk var eisini, at kroatiski málverjin, Marin Sego tók helmingin av øllum norskum royndum, meðan Torbjørn Bergerud fekk fatur á heldur færri skotum.

##med5##

Í hálvleikinum var Kroatia á odda 12-10, og økti alt fyri eitt upp í 13-10 við seinna hálvleik.

Við heimsstjørnunum á høgra bakki, Kent Robin Tønnesen og Magnus Rød úti við skaða og Haraldi Reinkind, sum fekk ov lítið burtur úr, fekk fjórði maðurin, Eivind Tangen møguleikan. Og hann tók av.

Duvnjak og verjan draga frá

Meðan Sagosen dróg kroatisku verjuna til vinstur, slapp Tangen at leypa á í høgru. Hann tók av, og minkaði um munin niður í 13-12 til Kroatia.

Men nú fór kroatiska 5-1 verjan at vísa seg frá síni bestu síðu.

Duvnjak fekk fatur á fleiri bóltum, setti skjótálop í gongd - og brádliga gjørdist støðan 15-12.

Og søgan endurtók seg (næstan).

Bergerud og Sagosen koppa dystinum

Duvnjak fangaði enn ein bólt, men hesaferð bjargaði norski Bergerud púra fríum møguleika. Og norski málverjin helt fram.

Norra minkaði um munin í hvørjum og Eivind Tangen kundi eftir lítlari køtu javna til 15-15. Einir 20 minuttir restaðu í.

Og nú fór at leika javnt á.

Dramatikkurin økist

Torbjørn Bergerud helt fram við stórspælinum, meðan Sego í kroatiska málinum fór nakað niður í prosentunum, samstundis sum Sander Sagosen fór at høgga bóltar inn.

Tá ið tíggju minuttir bjargaðu Bergerud enn einaferð fríum møguleika úr skjótálopið, og Norra revsaði í hinum endanum. 22-21 til Norra.

Bæði liðini fingu ein málturk nú, og ringast stóð til hjá Norra, sum brendi tvey brotskøst.

Í hinum endanum spældi Kroatia við sjey áleyparum og har høgdi Duvnjak tvey standandi skot inn á rað. Og so var støðan 23-22. Tveir minuttir eftir.

Málturkur

Eftir eitt langt kroatiskt álop fekk Norra bóltin aftur, tá ið Bergerud hesaferð bjargaði skotið frá Duvnjak. Norra spældi bóltin spískt út á vinstra vong, har Magnus Jøndal setti bóltin í máli.

23-23, hálvur minuttur eftir.

##med3##

Kroatia tók time-out, fór inn uttan málverja og spældi við sjey í álopinum. Eitt nú kom Luka Cindric inn aftur, eins og stórskjúttin Luka Stepancic, sum eisini hevði sitið úti við skaða meginpartin av dystinum.

Og har spírdist einki burtur úr. Kroatar vóru ikki nóg avgjørdir, og fingu einki skot avstað.

Dysturin endaði 23-23, og so skuldi spælast umdystur: Tveir hálvleikir upp á fimm minuttir skuldu avgera alt.

Umdystur

Kroatia byrjaði við bóltinum, og tað var sjálvandi Domagoj Duvnjak sum byrjaði við at høgga eitt langskot inn til 24-23 til Kroatia.

Í hinum endanum gjørdi Sander Sagosen honum kynstri eftir við einum kanónskotið.

24-24.

Í næsta álopinum spældu kroatar út á høgra vong, men har var dømt fyri yvirtrakki. Og nú høvdu norðmenn trumfin.

Sagosen leyp á. Duvnjak vardi fyri. Kroatia fekk bóltin aftur. Tveir minuttir eftir.

Duvnjak skeyt. Bergerud bjargaði. Kroatia fangaði bóltin aftur. Hondin hjá dómaranum kom upp. Duvnjak skeyt undir trýsti. Bergerud bjargaði.

24-24 og 50 sekund eftir.

Duvnjak og kroatiska verjan hildu fast til seks sekund vóru eftir. Dómarin dømdi drál. Steðgur og 24-24.

Fimm minuttir afturat til Sagosen og Duvnjak

Norra byrjaði hesaferð við bóltinum, men tveittu hann burtur. Stepancic var komin fyri seg í hinum endanum og høgdi eitt langskot inn.

Sagosen gjørdi sum hann var vanur og høgdi eitt hitt besta skotið í kvøld yvirhøvur í kassan.

Og so fekk norska verjan fatur. Bólturin var fangaður, og so slapp Kristian Bjørnsen í skjótálop og skoraði. 26-25 til Norra. Knappir tríggir minuttir eftir.

Kroatar funnu ikki upp á ráð í álopinum. Øll vistu at Duvnjak skuldi avgera, og teir norsku loyvdu honum ikki framat. Í staðin spældi hann ein bólt út á høgra vong, men ov spískt og Norra fekk bóltin aftur.

26-25 til Norra. Hálvur annar minuttur eftir. Norra á bóltinum.

Nú var søgan umvend. Kroatar bíðaðu eftir at Norra skuldi geva Sagosen bóltin. Álopið var drúgt. Hondin hjá dómaranum kom upp við einum 40 sekundum eftir. Eingin møguleiki. Kroatia fekk bóltin við 20 sekundum eftir.

Øll bíðaðu eftir Duvnjak. Hann fekk bóltin, spældi hann inn á strikuna til Maric. Brotskast.

Duvnjak skuldi sjálvur taka – sjálvandi. Hann tók sær góða tíð at skjóta og legði hann fram við Bergerud.

27-27 aftaná longdu leiktíðina. Leikarar dúvaðu upp á seinastu orkuna bara fyri at standa á beinunum. Og nú skuldu teir spæla tíggju minuttir afturat.

Hvør hevði orkuna

Norra byrjaði við bóltinum hesaferð. Duvnjak var sum vant frammanfyri verjuna, og størstu stjørnurnar av øllum, Sagosen og Duvnjak fóru undir dystin aftur við at geva hvørjum øðrum lógva. Ovurstóra virðingin fyri hvørjum øðrum var eyðsýnd. Éftir hetta kappingarárið skiftir Sagosen til THW Kiel. Har hevur Duvnjak spælt síðani 2014.

Og seinastu tíggju minuttirnir byrjaðu á sama hátt; við fáum málum. Liðini bæði skiftust at misnýta og so skiftust tey at skora.

Og so nærkaðist ein avger onkursvegna. Norska álopið trokaði, Kroatia fór í skjótálop og so var støðan 28-27 til Kroatia. Seks og ein hálvur minuttur eftir.

Kristian Bjørnsen kom til frían møguleika í høgru – og brendi ímóti Sego í málinum.

Nú hevði Kroatia møguleikan, men innspælið frá Duvnjak varð fangað. Norra í skjótálop til Bjørnsen – og 28-28. Og so steðgur áðrenn seinastu fimm minuttirnar.

Og søgan endurtók seg aftur. Liðini skiftust at misnýta í álopinum. Og so aftur.

Hóast leikararnir næstan ikki orkaðu at lyfta armarnar, fann Kroatia yvirskotið at spæla flúgvara til Stepancic. Áskoðarar vóru á gosið um møguleikan, og so brast lokið av, tá ið Bergerud stórbjargaði honum.

Málturkur aftur

Framvegis 28-28

Tríggir minuttir eftir.

Og framvegis einki mál. Liðini skiftust at troka. Eingin mundi orka sínar fótfintur.

Norra hevði bóltin við tveimum minuttum eftir. Eingin livandi møguleiki. Sagosen royndi sera breitt av skeivum bakki, men bólturin brast í stongina. 28-28. Kroatia á bóltinum við hálvum øðrum minutti eftir. Og so var Duvnjak nær við. Fintaði seg fram við einum, men misti bóltin. Norra í álopi. Hálvur minuttur eftir.

##med4##

Og so kom málið

Við tí stríðsvilja sum var sýndur í kvøld, hevði eingin uppiborið at tapa. Men nú fall avgerðin kortini. Norra misnýtti enn einaferð, Kroatia var skjótast afturat, og eftir einar tríggjar spælingar endaði bólturin hjá Musa á kroatisku strikuni, við færri enn tíggju sekundum eftir.

Musa vendi sær, og hepnaðist hesaferð við at fáa bóltin inn um Bergerud.

29-28 og Kroatia í finaluni.

Eftir ein dyst, sum in.fo hervið fer at nevna ársins dyst longu nú í januar.

Kroatia hittir annaðhvørt Spania ella Slovenia í EM-finaluni sunnudagin.

Spania og Slovenia spæla hálvfinalu í hesu løtu.

David Mandic sleppur endiliga at tveita seg niður eftir øgiligt stríð í 80 minuttir í EM-hálvfinaluni ímóti Norra (Ritzau Scanpix)

Alt var latið upp í hendurnar á størstu stjørnunum í kvøld. Her bjóðar Sander Sagosen av, eins og hann gjørdi allan dystin (Ritzau Scanpix)

"Jú, hetta ber til" - Domagoj Duvnjak hyggur upp á klokkuna eftir at Magnus Jøndal hevur lagt Norra á odda aftur (Ritzau Scanpix)

"Jú, tað ber framvegis til" - Domagoj Duvnjak á bóltinum, meðan Sander Sagosen er til reiðar at verja

Norsku og kroatisku leikararnir stríddust fyri hvørjum bólti í 80 samfullar minuttir (Ritzau Scanpix)