Dupulti jarn-maðurin vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið (FM1)

(FM1) Hoyr eina samrøðu við Elmar Ósá úr savninum hjá gamla Rás2 um fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerki

Fyri stuttum framdi Elmar Ósá roysnið at fullføra ein dupultan jarnmann (Sjálvsmynd)

Fyri stuttum framdi Elmar Ósá roysnið at fullføra ein dupultan jarnmann (Sjálvsmynd)

##med2##

Fyrstu oyggjaleikirnir nakrantíð vóru á Isle of Man í 1985. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa føroysk fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Elmar var næstskjótasti svimjarin á einum so løgnum teini sum 66 2/3 metrum. Ein teinur sum ikki hevði komið fyri á oyggjaleikunum í dag.

Silvurheiðursmerkið hevur eitt serligt pláss í føroyskari ítróttasøgu, men eisini fyri Elmar sjálvan, sum gjørdi av at leggja heiðursmerkið í kistuna hjá mammu sínari, ið andaðist í 1987. 

Vit hava leita í savninum hjá gamla Rás2, og hava funnið eina samrøðu vit bandaðu undan oyggjaleikunum í 2009, tá Elmar sum fyri stuttum framdi ein dupultan jarnmann fortaldi um fyrsta føroyska heiðursmerkið.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna frá 2009. 

Fyri stuttum framdi Elmar Ósá roysnið at fullføra ein dupultan jarnmann (Sjálvsmynd)

(Samrøða við Elmar Ósá frá 2009)